Conrad Gaard Joensen ein av mongum strandaðum sjómonnum

Korona-støðan kring Heimin hevur havt stóra ávirkan á møguleikarnir at ferðast, bæði til álvara og gaman. -Og sum siglandi tjóð eru nógvir føroyingar raktir av avmarkaðu ferðamøguleikunum. Summir eru strandaðir heima og sleppa ikki avstað til arbeiðis, meðan aðrir eru strandaðir umborð og sleppa ikki heim til síni kæru.

Ein teirra er Conrad Gaard Joensen úr Vági, sum mynstraði umborð á tangabátinum Laperouse í Mexico um miðjan januar og eftir ætlan skuldi verið heima aftur góðar 8 vikur seinni. Men nú 4 mánaðir seinni er Conrad enn umborð og enn er púra ógreitt, nær Conrad og restin av manningini sleppa at fremja manningaskifti.

DR.dk skrivar grein um 1.600 strandaðir danskir sjómenn og er Conrad Gaard Joensen ein teirra, sum verður umrøddur í greinini. Greinin kann lesast her.

Facebook viðmerkingar