Útsetti ruddingardagurin verður leygardagin 30. mai og veðurforsøgnin er góð stilli, lýtt og sólglottar.
Corona-støðan ávirkar, sum verða man, eisini ruddingardagin, so í mun til vanlig ár, so verður ikki felags morgunmatur áðrenn farið verður at rudda. Men tá vit eru liðug at rudda, um 12-tíðina, bjóða kommuna frukt og Kirvi-vatn í Parkini á Sandinum (um tað ikki viðrar, so verður farið í kaféina á Gørðunum).
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi. Posar og handskar fáast við Tríkantin á Sandinum frá kl. 9 til kl. 10 leygarmorgun.
Ruddingardagin fara vit at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.
Heitt verður á ítróttarfeløgini um skipa fyri rudding í nærumhvørvinum, har feløgini halda til kring Ítróttarøkið á Eiðinum, kring Páls Høll og Marghøllina.
Á middegi verður bjóðað frukt og Kirvi-vatn í Parkini á Sandinum (ella í kaféini á Gørðunum, um tað ikki viðrar at verða úti).
Facebook viðmerkingar