TB tapti 0-1 ímóti HB

TB tapti 0-1 til oddaliðið HB við Stórá leygardagin. Einsamalla málið kom í 12. minutti, tá Dan í Soylu skoraði fyri HB.

Tað komu ikki fleiri mál í dystinum og bleiv hetta sostatt úrslitið.

Í 65. minutti fekk Jens Erik Bruhn hjá TB seinna gula kortið og varð sostatt vístir av vøllinum, og TB spældi seinastu 25 minuttirnar við 10 monnum.

Komandi vikuskiftið tekur TB ímóti ÍF við Stórá.

Facebook viðmerkingar