FC Suðuroy oddalið í 2. deild

Við einum greiðum 5-0 sigri á Skála hevur FC Suðuroy lagt seg á odda í 2. deild. Málini hjá FC Suðuroy gjørdu Pætur Augustinussen til 1-0 og so gjørdi Ari Krosslá Poulsen 4 mál.

TB og Royn taptu
TB spældi á útivølli ímóti EB/Streymi. Tann dystin tapti TB 5-2. Málini hjá TB gjørdu Jóhan Thomsen og Hávar Albinus.

Royn tapti á Toftum 0-4 ímóti B68.

Støðan í 2. deild er hendan eftir 2. umfar.

Facebook viðmerkingar