Hava tey útvaldu tað gott hevur samgongan tað gott

Í krónum og oyrum hevur samgongan arvað kanska sterkasta føroyska landskassan í nýggjari tíð við einum avlopi á hálva milliard fyri 2019.

Tí skuldi ein trúð, at landsstýrið fór at reagera kraftigari, tá koronakreppan rakti. Myndugleikin valdi, sum rætt var, at lata land og virksemi aftur. Og spakuliga komu hjálparpakkarnir úr landsstýrinum. Men tað gongur ov seint. Og endar ov tíðliga.

Smáu fyritøkurnar, flakavirkini og ferðavinnan bíða enn eftir hjálparpakka 3. Og júst sum hann skal koma, gongur hjálparpakki 1 út við endan av juni mánað.

Landsstýrið gongur eisini beint ímóti tilmælunum frá bæði Landsbankanum og formanninum í Búskaparráðnum, sum bæði siga, at landið skal seta ferð á búskapin aftur, og at man ikki skal brúka kreppuna sum umbering fyri lønarniðurskurði.

Pakkarnir eru sum stórar og flott innpakkaðar jólagávur við lítlum innihaldi. Upphæddin svarar til undir 1 % av okkara BTÚ, meðan hjálparpakkarnir í Noreg, Íslandi og Danmark eru ávikavist 3,8, 8 og 12,5 % av teirra BTÚ.

Hjálpin er ov sein. Hon endar ov tíðliga. Og hon er alt ov lítil.

Avleiðingin er óneyðugar hópuppsagnir kring landið, førleikamissur hjá fyritøkum og ótrygg viðurskifti hjá familjum.

Øll skulu vísa hógv. Men ikki landsstýrið
Landsstýrið heitir á øll at stuðla føroyskari framleiðslu og fyritøkum. Meðan landsstýrið sjálvt vil spara seg gjøgnum kreppuna. Fíggjarmálaráðharrin heitir á fakfeløg at vísa hógv, og vil hava tey niður í løn.

Meðan samgongan í fullum álvara avhendar útlendingum møguleikan at keypa og selja føroysk fiskirættindi, uttan at landið fær eina krónu.

Útlendskir keyparar fara avstað við stórum nøgdum av føroyskum fiski og flyta fiskin óviðgjørdan av landinum til láglønarlond við sosialari dumping. Eftir standa føroysku virkini við turrum gólvum, og fólk mugu í fiskavirkisskipanina.

Øll skulu stuðla føroyskum fyritøkum. Men ikki landsstýrið. Kapitalsterku fyritøkurnar og reiðaríini fara at klára seg. Men smáar fyritøkur og serliga ferðavinnan við sínum stutta inntøkuskeiði eru í stórum vanda.

Drálið og sparsemið hjá landsstýrinum vísir kanska, at hendan samgongan hóast alt ikki leggur so nógv í starvsfólkini í privata vinnulívinum, sum hon annars segði seg vilja umboða. At hon ikki skoytir um eldsálirnar í ferðavinnuni. At hon einki virði sær í smáum fyritøkum og flakavirkjum.

Ávís slagorð um familju og vinnu vóru berandi undan valstríðnum. Og nú valvindarnir hava lagt seg, dagar kanska tað veruliga slagorðið hjá samgonguni undan:

Hava tey útvaldu tað gott, hevur samgongan tað gott.

Spurningurin er, hvussu restin av samfelagnum hevur tað?

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

Facebook viðmerkingar