Jóansøku-vikan er byrjað og Jóansøkuskráin byrjar í morgin, týsdagin, tá tey fyrstu tiltøkini eru á skránni. Niðanfyri er Jóansøkuskráin 2020.
Jóansøkuskráin 2020
Ónsdagur 17. Juni
Kl. 14.00 – 17.00 Opið hús í Dagrøktarhúsinum.
Eftir eitt tíðarskeið í fleiri enn 30 ár við dagrøkt í Vágs kommunu, har dagrøktarskipanin var høvuðsgrundarlagið undir barnaansingini í kommununi, verður dagrøktin niðurløgd í summar.
Í hesum sambandi verður opið hús í Dagrøktarhúsinum, har fólk – “gamlir” brúkarar, foreldur og børn kunnu koma og heilsa uppá og fáa ein kaffimun og eitt gott prát.
Kl. 16.00 VB hevur bilvask á havnarlagnum í Vági.
Tórsdagur 18. Juni
Kl. 15.00-17.00 Opið hús á Heilsumiðstøðini, sum í ár verður 40 ár. Myndaframsýning frá tá Heilsumiðstøðin varð bygd. Bjóðað verður kaffi/te og okkurt gott afturvið.
Kl. 17.00 Fótbóltur á Eiðinum U7, U8, U9 gentur og dreingir: FC Suðuroy – TB/Royn
Kl. 18.30 Fótbóltur á Eiðinum U13 dreingir: FC Suðuroy – TB
Kl. 19.00 Jóansøkusjavskapping í VB-húsinum. Tey bestu pørini fáa steyp og gávubrøv verða á lutaseðli.
Kl. 20.00 Hjá Jugga: NePtuN lesur upp yrkingar og Hjalmar Magnussen spælir. Okkurt gott verður at keypa til matna.
Fríggjadagur 19. Juni
Kl. 10.00-16.00 Vágs Sóknar Bygdasavn hevur myndaframsýning í Miðlatúni. Evnið: Vágs Høll 40 ár og VB 115 ár.
Kl. 14.00-18.15 Páls høll opin.
Kl. 15.00-17.00 Opið hús á Heilsumiðstøðini, sum í ár verður 40 ár. Myndaframsýning frá tá Heilsumiðstøðin varð bygd. Bjóðað verður kaffi/te og okkurt gott afturvið.
Kl. 16.00 Fótbóltur á Eiðinum. U11 dreingir: FC Suðuroy – TB.
Kl. 17.00 Fimm’ari Hjá Jugga.
Kl. 17.00 FM ½-Ironman. Fyriskipari er Føroya Triatlonfelag.
Kl. 18.45 Skrúðgongan byrjar við Gamla skúla. Øll verða biðin um at møta kl. 18:30, í liðbúnum/troyggjum. Tvøroyrar Hornorkestur luttekur. Matmøðrafelagið luttekur í skrúðgongu við gakk og bint tiltaki.
Kl. 19.00 Jóansøkan verður sett av Eyðbritt Krosslá, býráðslimi, við Minnisvarðaøkið.
Kl. 19.00-22.00 Skótaliðið Royndin hevur kafé í teltinum í miðbýnum við tónleiki, kaffisølu, poppkorn og kandyfloss. Skótaliðið hevur eisini skjótitelt í miðbýnum. FC Suðuroy og VB bjóða leskandi drykkir í teltinum.
Kl. 19.00 Sjódypp tiltak Tjaldavík, har øll eru hjartaliga vælkomin. Meira kunning er at fáa á Facebook vanganum hjá Sjódypp.
Kl. 19.00-24.00 Actionboat Føroyar ger siglitúrar á fjørðinum. Siglt verður frá dráttinum á keiini.
Kl. 20.00 Premier League fótbóltur á stórskíggja í teltinum í miðbýnum: Tottenham – Manchester United.
Kl. 20.00 Fótbóltur á Eiðinum, Oldboys: FC Suðuroy – TB.
Kl. 21.00 Útimøti við Frelsunarherinum uttanfyri Miðlatún.
Kl. 22.00-00.00 Live tónleikur í teltinum í miðbýnum við lokalum tónleikarum.
Kl. 23.00 Hjá Jugga: Live tónleikur við Kim Hansen.
Leygardagur 20. Juni
Kl. 10.00-11.15 og 14.00-17.15 er Pálshøll opin. Páls Høll letur aftur 45 min. eftir omanfyrinevndu tíðir.
Kl. 10.00-14.00 Vágs Sóknar Bygdasavn hevur myndaframsýning í Miðlatúni. Evnið: Vágs Høll 40 ár og VB 115 ár.
Kl. 11.00 Sprint og Mini Triatlon kappingar. Fyriskipari er Føroya Triatlonfelag. Øll eru vælkomin at tekna seg til.
Kl. 13.00-23.00 Skótaliðið Royndin hevur kafé í teltinum í miðbýnum við tónleiki, kaffisølu, poppkorn og kandyfloss. Skótaliðið hevur eisini skjótitelt í miðbýnum. FC Suðuroy og VB bjóða leskandi drykkir í teltinum.
Kl. 13.00 Vágsvegur verður stongdur frá Torginum og vestur til Bethel frá kl. 13.00 til kl. 02.00.
Kl. 13.00 Fótbóltur í Marghøllini, U15 dreingir hálvan vøll: FC Suðuroy – B68.
Kl. 13.00 Fótbóltur á Eiðinum, U15 gentur: TB/FCS/Royn – EB/Streymur.
Kl. 13.50 FM-Kappróður. Byrjað verður við barnaróðri. Stórskíggi er á málinum á Løðhamri.
Kl. 13.50-18.00 Vágs Kappróðarfelag selur kaffi, vaflur, poppkorn og annað gott í telti yvirav Hotel Bakkanum, við spæliplássi.
Kl. 14.00 Orðið á borðið í teltinum í miðbýnum.
Kl. 14.30 Fótbóltur á Eiðinum, U15 dreingir: TB/FCS/Royn – B71.
Kl. 14.45 Ljómur í teltinum í miðbýnum.
Kl. 15.00
FM-Kappróður. Stórskíggi er á málinum á Løðhamri.
Steypini verða handaði á málinum á Løðhamri (við Heilsumiðstøðina) millum
róðrarnar.
Kl. 15.00 Kappróður LIVE hjá Jugga.
Kl. 17.00-19.00 Ruth Smith savnið.
Kl. 17.00-19.00 Sluppsavnið í Gamla Skúla.
Kl. 17.30 Fótbóltur á Eiðinum, 3. menn: FC Suðuroy – NSÍ b.
Kl. 18.00 Susvim bjóðar til havsvimjing ella beint eftir kappróðurin er liðugur. Møtt verður í Páls Høll. Svomið verður 500m. Málið er beint út av Páls Høll.
Kl. 18.00-24.00 Actionboat Føroyar Actionboat Føroyar ger siglitúrar á fjørðinum. Siglt verður frá dráttinum á keiini.
Kl. 19.00 Hamradun Acoustic Duo spælir í teltinum í miðbýnum.
Kl. 19.30 Fótbóltur á Eiðinum, 2. menn: FC Suðuroy – Royn. Steypadystur.
Kl. 20.00 Útimøti uttanfyri Bethel (um viðrar).
Kl. 21.00-23.00 Hans Jacob og vinmenn í teltinum í miðbýnum.
Kl. 23.00 Hjá Jugga: Live tónleikur við Hjalmar og Dagfinn.
Kl. 23.00 Miðnáttarsangur í miðbýnum (við SEV-húsið). Hentsar og Terji spæla undir. Bergur Godtfred heldur miðnáttarrøðuna. Aftaná verður fýrverk.
Kl. 0.00-01.00 Livandi tónleikur í teltinum í miðbýnum, Ingi & Danny spæla.
Sunnudagur 21. Juni
Kl. 08.30-10.15 og 14.00-17.15 er Pálshøll opin. Páls Høll letur aftur 45 min. eftir omanfyrinevndu tíðir.
Kl. 11.00 Guðstænasta í Vágs kirkju við Patrick De Neergaard.
Kl. 13.00 Fótbóltur á Eiðinum U11 gentur og dreingir: FC Suðuroy – TB/Royn.
Kl. 14.45 Fótbóltur á Eiðinum, 1. deild kvinnur: TB/FCS/Royn – HB.
Kl. 14.00-19.00 Mini-leikaland í Marghøllini (ókeypis atgongd).
Kl. 16.00-24.00 Actionboat Føroyar ger siglitúrar á fjørðinum. Siglt verður frá dráttinum á keiini.
Kl. 17.00 Hans Jacob Hjelm syngur í matstovuni Garðslon.
Kl. 17.00-19.00 Ruth Smith savnið.
Kl. 17:00-19:00 Sluppsavnið í Gamla Skúla.
Kl. 18.00 Hvistan skipar fyri gangi/renni tiltakið fyri alla familjuna, byrjað verður frá trýkantinum.
Kl. 18.00 Útimøti við Frelsunarherinum uttanfyri Frelsunarherin.
Kl. 20.00 Útimøti uttanfyri Bethel (um viðrar).
Kl. 21.00 Jóansøkubál við røðu og felagssangi við Tríkantin á Sandinum. Rani N. Johannesen flytur fram røðu. Vágs Kommuna bjóðar kakao og bollar.
Facebook viðmerkingar