Í vikuskiftinum er jóansøka í Vági og sum vant verður jóansøkan sett fríggjakvøldið. Í ár verður tað Eyðbritt Krosslá, býráðslimur, sum setur jóansøkuna.
Setanin av jóansøkuni byrjar annars við skrúðgongu kl. 18.45 og gingið verður frá Gamla skúla út á Minnisvarðaøkið. Øll ítróttafeløg vm. verða biðin um at møta kl. 18:30 í liðbúnum/troyggjum. Matmøðrafelagið luttekur í skrúðgongu við gakk og bint tiltaki.
Til setanina luttekur eisini Tvøroyrar Hornorkestur.
Facebook viðmerkingar