Nýggja navnið á ungdómshúsinum í Vági er UDB – Ungdómsbankin

Í góðveðrinum í dag varð nýtt navn til ungdomshúsið í Vági avdúkað.

Fyri kortum varð útskrivað navnakapping millum tey ungu, sum eru tilknýtt ungdómshúsinum í Vági. Sera nógv og avbera góð hugskot komu inn til navnakappingina.

Í góðveðrinum í dag varð nýggja navnið hjá ungdómshúsinum í Vági so alment avdúkað og vinnarin til navnið var Beinta Skaaning.

Nýggja navnið er UDB, sum merkir Ungdómsbankin.

Beinta Skaaning átti uppskotið til nýggja navnið UDB – Ungdómsbankin

Í fjør keypti Vágs kommuna gamla Sparikassan í Vági til ungdómshús, so navnið hóskar væl.

Hátíðardagurin byrjaði við, at Guðrið Patursson, starvsfólk og samskipari hjá ungdómshúsinum í Vági, segði nøkur orð um sjálvt navnið og kappingina.

Levi Mørk, býráðslimur og formaður í ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu, helt síðani røðu.

Levi Mørk kom m.a. inn á, at tað hevur sera stóran týdning, at nú eigur Vágs kommuna ungdómshúsið.

Harvið er tađ ungdómurin sjálvur, sum nú kunnu menna og skapa innihaldið fyri bæði húsið og alt tað skapandi virksemi, sum tey ungu sjálvi gera saman við sera dugnaligum starvsfólkum.

Um nýggja navnið, segdi hann, at tað var ikki løgið, at navnið bleiv UDB – Ungdómsbankin, tí Suðuroyar Sparikassi átti og helt til í núverandi ungdomshúsi.
Nú kunnu tey ungu fylla á nýggja ungdomsbankan, sum tey sjálvi vilja.

Levi Mørk, býráðslimir, takkaði eisini fyri tað framúrskarandi arbeiði, sum tey ungu gera, saman við sera røskum starvsfólkum.

Eftir røður og nýggja navnið varð avdúkað, kundu tey fleiri enn 50 ungu, sum møttu upp til hátiðardagin frøast um nýggja navnið, saman við lokala og aktuella Inga Poulsen, sum spældi nakrar av hansara kendastu sangum.

Facebook viðmerkingar