
Lagið er uttan iva sera gott á TB’arunum og viðhaldsfólki umborð á Smyrli í kvøld, nú TB vann 2-0 á Skála í kvøld.
3 sera týðandi stig og fyrsti sigur í árinum mugu kennast fløvandi og úrslitið førir eisini við sær, at TB fer upp á 8. plássið við 5 stigum, tvey fleiri enn AB á 9. plássi.
Málini hjá TB gjørdu Ndende í 60. minutti og í yvirtíðini gjørdi Poul Ingason tað til 2-0 (brotsspark).
Mynd: Portal.fo
Facebook viðmerkingar