Vágs kommuna: Eitt av afturvendandi tiltøkunum í Vági kring jóansøku er jóansøkubálið, sum verður hildið á Tríkantinum hvørt ár á longsta degi (21. juni).
Í ár flytur Rani Nolsøe Johannesen úr Vági fram røðu.
Á skránni er eisini felagssangur og Vágs kommuna bjóðar eisini kakao og bollar.
Jóansøkubál verður í Vági sunnudagin 21. juni við Tríkantin á Sandinum og byrjað verður kl. 21.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar