Langar bilkøir á Krambatanga

Mynd: Frank Robertson

Jóansøku vikuskifti er um at enda og nógvu jóansøku gestirnir, sum eru komnir suður á stevnu, leita nú norður aftur.

Hetta sæst eisini á bilkøini á Krambatanga. Á samferðsluhavnini eru allar røðirnar til bilar fullar og bilarnir standa í kø heilt niðan á landsvegin.

Hetta er ikki ókend støða í Suðuroynni, bæði í samband við jóansøku og kring høgtíðir, heystfrítíðina os.fr.

Facebook viðmerkingar