Góðu vágbingar, suðringar og jóansøkugestir hjartaliga vælkomin á Jóansøku í Vági 2020.
Fyrst vil eg takk fyri, at eg fekk møguleikan at seta Jóansøkuna 2020.
Tað er fyri meg ein stórur heiður og ein frægd at halda Jóansøkurøðu 2020 á hesum sera vakra Minnisvarðaøki, sum dugnalig verkafólk hjá Vágs Kommunu so vakurt hava umvælt og fríðkað. Eitt sat prýði fyri bygdina.
Jóansøkustevnan er stevna sum er hildin í Suðuroynni í skjótt 100 ár. Annaðhvørt ár í Vági og annaðhvørt ár á Tvøroyri. Jóansøkan verður hildin til minnis um Jóhannes Doyparan, sum varð føddur júst hálvt ár áðrenn Jesus, nevniliga tann 24 juni.
Jóansøkan er stevnan sum eyðkennir hásummar, longsta dag og bjarta framtíð. Dagurin tekur ongan enda, og náttin er mest sum ongin. Alt stendur í fagrasta blóma, ungdómar eru lidnir við skúlan, pisurnar verða floygdar og lesandi og útisetar leita sær heim til Føroyar.
Hjartaliga tillukku øll tit ungu við tykkara prógvum. Framtíðin er tykkara. Heimurin liggur opin fyri tykkum. Eg ynski tykkum blíðan byr.
Tað grør um gangandi fót her í Vági. Vágur er avgjørt á veg framá. Her er gott at vera, og bygdin blómar á allan hátt. Góðir karmar er skaptir til børn og ung, og serliga ung fólk og barnafamiljur flyta til bygdina. Og eru okur øll sera fegin um hetta.
Nýggir bústaðarmøguleikar, sum eru ávegis, gera, at møguleikin at seta búgv her í Vági verður fjølbroyttari og størri.
Verandi vinnur hava fótað sær og menna seg alsamt við nýggjum vørum og tænastum.
Tær virka og veita ikki bert her í Vági, men um alt Føroya land. Eisini eru tær partur av føroysku útflutningsvinnuni.
Dugnalig leiðsla og dugnalig starvsfólk eru grundarlagið undir hesari menning.
Stórar og spennandi íløgur og verkætlanir eru ávegis.
So eg eri sera bjartskygd um vinnulívið í Vági.
Eitt miðvíst arbeiði hevur viðført, at Vágur er blivið kent innanfyri ferða- og upplivingarvinnu.
Hetta eru vinnur sum eru í stórari framgongd um allan heimin.
Seinastu árini hava okur í Vági skapt allarbestu karmar í samband við hesa vinnu.
Eiði, Pálshøll og Marghøllin bjóða uppá nógvar ferða- og upplivingar møguleikar. Hartil er náttúran rund fjørðin einastandandi á allan hátt.
Og burturúr hesum spretta tiltøk sum rope-sving, klatring, svimjing á langgeil, skúlafótbóltur, hondbóltskúli, Faroe Handball Cup o.s.fr.
Nógvir nýggir gistingarmøguleikar eru skaptir seinastu tíðina, og er hetta kanska bara byrjanin. Spennandi og fjølbroytt matstøð eru opnað, so í Vági nýtist ongin at ganga svangur. Og mest sum ongin song er tøk í bygdini restina av summarinum.
Okkara skald Neptun kvøður so rámandi: “so vísi ans og fari fram við hógv, okur eiga lítið land men eiga nógv, lat eygu upp og gev tí vakra ans, ei allir gripir finnast uttanlands.”
Tað at ferðast í egnum landi er alsamt vaksandi. Føroyar eru fyltar av náttúruperlum og ikki minst Suðuroyggin. Hetta merkist, tí at áhugin at vitja oynna er ovurhonds stórur.
Umframt tað at ferðast í egnum landi er ein framúr uppliving, so stuðlar hetta samstundis undir handilsliga grundarlagið hjá ferðavinnuni, so henda kann virka og mennast langt inn í framtíðina. Sum støðan er við Korona, er tað okkara skylda at stuðla og standa saman um føroysku ferða- og upplivingarvinnuna.
Eisini á skúlaøkinum er Vágur í fremstu røð. Ítróttaháskúlin er nakað heilt fyri seg. Og eftirspurningurin fyri at sleppa á skúlan er ovurhonds stórur. Næmingaheimið verður klárt at taka í nýtslu til várskeiðið 2021. Og vónandi stendur ein nýggjur skúlabygningur liðugur um 2 ár.
Og Fab-Lab í Vágs Skúla er eisini eitt nýtt og spennandi tilboð. Takk til privatu íleggjararnar sum løgdu grundarsteinin undir hetta.
Í Vági eru okur heppin at hava dugnalig tónleika- og listafólk við áræði. Tá Korona herjaði sum mest í Føroyum, sótu flest øll við hús og vóru stúrin. Aftaná eitt garagu-prát tóku nakrir tónleikarar stig til tiltakið “Hugnaløta í VB-húsinum”. Við frálíkum sangi, skemti, røðum og øðrum innsløgum hugnaðu tey um hjá okkum øllum. Ikki bert her í Vági, men um alt Føroya land og uttanlands. Stóra tøkk til tykkum øll fyri átakið.
Sum sunnast oyggj í Føroyum er Suðuroyggin frá skaparans hond tann grønasta. Men eisini á orkuøkinum er Suðuroyggin ávegis at gerast grønasta oyggj í Føroyum. Fyri skjótt 100 árum síðani varð vatnorkuverkið í Botni tikið í brúk, og turbinan melur enn. Og seinni í ár fara 7 vindmyllir at mala í Porkerishaganum. Vindur og vatn verða sostatt grundarlagi undir orkunýtsluni í Suðuroynni í framtíðini.
Ítróttur og heilsa eru avgerandi fyri einari góðari støðu. Ja ítróttur er grundarlagi fyri sosialari vælveru, lívsnøgdsemi, viðurkenning og samleika. Tí hevur tað stóran týdning, at land og kommunur eru við til skapa góðar umstøður og góðar karmar.
Men karmarnir fáa ikki innihald uttan undangongufólk, eldsálir, samanhald og tað at lyfta í felag. Men tíanbetur eru eldsálir í Vági sum brenna fyri hesum. Felagsskapir sum VB, FC Suðuroy, Vágs Kappróðrarfelag, Hvistan, Susvim, skótar og aðrir felagsskapir hava tað gott, eldsálunum at takka.
Eitt týðandi dømi eru nýggju umstøðurnar hjá Vágs Kappróðrarfelag niðri á kaiøkinum. Har hava ótroyttiligar eldsálir arbeitt dag sum nátt fyri at skapa karmar og innihald fyri kappróðurin, ungdóminum og felagslívinum í bygdini at frama. Takk skulu tit hava fyri tað.
Eg eri sera spent til kappróðurin í morgin. Eg ynski tykkum øllum bestu eydnu og vóni at okur øll fara at syngja:
“Tann báturin sum vann hvønn lit hevur hann, jú svarta rim og remma, enn stimbur vísa kann.
So eyðkendur hann er og stavnin reystan ber.
Ein fragd er fyri eyga ein sjón sum hendan er.”
Eg minnist aftur á Jóansøkuna 1992. Orsaka av ringum veðri varð kappróðurin útsettur til dagin eftir. Tørvur var á, at fáa innivist til tær mongu kappróðrar manningarnar. Men tað gekk ikki meira enn ein hálvur tíma, so høvdu vágbingar hýst øllum manningunum. Burturúr hesum knýttust mong vinabond. Sjálv hýstu okur tveimum monnum av Havnarbátinum, og enn tann dag í dag eru okur kenningar og minnast á Jóansøkuna 1992.
Í ár eru 115 ár síðani VB varð stovnað, og 40 ár síðani Vágs Høll varð tikin í nýtslu.
Eftir at hondbólturin í Vági hevði ligið í dvala í umleið 10 ár, fóru Jonhild og Torgerð undir at endurreisa hondbóltin, saman við nevndini í VB.
Sjálv byrjaði eg at spæla hondbólt tá, sum 10 ára gomul. Byrjað varð í fimleikahøllini í skúlanum. Í 1977 bleiv VB-húsið bygt, og fóru okur tá har vestur at venja. Men longu trý ár seinni kom ítróttahøllin, Vágs Høll sum okur nevna hana í dag.
Eitt heilt fantastiskt framstig og ein fantastiskt tíð. Og longu til fyrstu FM kapping í hondbólti í Vágs Høll, vann VB heili 3 FM heitir í yngru deildunum.
Hondbólturin tá var deildur upp í summar og vetrar kappingar. Um summarið bleiv spælt úti á fótbóltsvøllum og á skúlaløgum. Um veturin varð so spælt í hallunum. Tá eg byjaði vóru bert hallir í Havn og í Klaksvík. Ikki var tað altíð líka tespiligt hjá okkum at sigla 4 -5 tímar við Dúgvuni til Havnar at spæla dystir ímóti TB og Royn, harragud okur hava tíma gott. Men alt gjørdist munandi lættari, tá Vágs Høll kom í 1980.
Tað eru altíð ávísar hendingar sum ein serliga minnist afturá innan ítróttin. Árini 1993, 1994 og 2003 minnist eg sera væl.
Á várið 1993 var eg við til at vinna steypakappingina í hondbólti. Seinni sama árið mistu vit FM í fótbólti á stokkinum. Bert eitt mál skilti okkum frá FM heitinum.
Men tað sum sveið mest, var tá VB ikki megnaði at vinna FM í hondbólti árið eftir í 1994.
Vágs Høll var stúgvandi full av fólki til dystin ímóti Neistanum, sum var avgerandi fyri hvørt av liðunum fór at vinna FM. Javnt leikti á, og eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum. Síðani varð farið undir longda leiktíð. Tá stóð eisini á jøvnum. Dysturin skuldi tí avgerast við brotskasti. Liðini fylgdust og eftir 5 brotskøst stóð framvegis á jøvnum. So varð farið til eyka brotskast. Eg varð sett at skjóta, men rakti stongina á innsíðuni, og bólturin fór rullandi eftir mállinjuni og út , og Neistin gjørdist føroyameistari. Tá var eg kedd og skuffa, eg svav ikki í fleiri nætur. Eg var ikki bara kedd mína vegna, eg var kedd vegna alt mítt lið og kedd vegna allar VB-arar. VB hevði ikki vunnið FM í hondbólti síðan 1950, so øll ynsktu sær so sera nógv eitt FM heiti.
Eftir hesar ósigrar í bæði hond- og fótbólti, fóru okur ístaðin at rógva kapp við Smyrli. Hetta var eitt øðrvísi ítrótta upplivilsi, men spennandi og mennandi var tað.
Men í 2003 bragdaði endiliga í hondbóltinum. Tað var tá VB gjørdist greipuvinnari í hondbólti. Áh tann gleðirúsur og lætti. Eg var tá 39 ár og hevði spælt hondbólt í bestu deildini síðan 1981. Nú kundi eg gevast vælnøgd og við góðari samvitsku. Á VB liðnum tað árið vóru Guðrun, Anja, Ingva, Laila, Rannvá, Eydis, Mary, Arnleyð og Gurið. Umframt útlendingarnar Daiva, Daiva og Reda. Venjari var Aivaras.
Í 2005 eydnaðist tað aftur VB at vinna FM í hondbólti.
Sum vágbingur og VB´ari minnist eg so sera væl, tá VB vann FM í fótbólti ár 2000. Ein minniligur dagur í Gundadali sum seint verður gloymdur.
Ítrótturin hevur givið mær góða barlast á lívsleiðini. Umframt eitt virkið lív og tað at vera partur av einum felagsskapi, hevur ítrótturin knýtt nógv góð vinabond bæði í Vági og um alt Føroya land.
Góðu tit øll.
Jóansøkan 2020 er sum alt annað ávirkað av Kovid-19, sum síðani tíðliga í vár hevur herjað um allan heimin. Tilmælir av ymiskum slag hava avmarkað stevnu- og festival virksemi. Fleiri tiltøk eru avlýst, meðan onnur er avmarkaði í stóran mun.
Og soleiðis er eisini á Jóansøku.
Men sjálvt um onki tivoli og ongin dansur eru á skrá, so hevur Jóansøkunevndin megnað at seta eina spennandi skrá saman. So latið okkum gera Jóansøkuna 2020 til nakað serligt og øðrvísi. Lat okkum njóta vøkru Vág, og tað sum Vágur hevur at bjóða.
Latið okkum passa gott uppá okkum sjálvi og fylgja tilmælum sum eru ásett.
Eg ynski okkara ítróttarfólki allarbestu eydnu í morgin, og okkum øllum eina góða Jóansøku.
Dýrdarløtur á hásummardegi
Fast í sál mína hava seg rist
Sólin veitir tær fløvan og megi
Fjøll og líðir ein perla av list
Fuglur sang í lofti kátur
Merkt av lívsmóti kendist hansar flog
Og av ungdómi smittandi látur
Sum av gleði og trivnaði bar boð.
Við hesum orðum lýsi eg Jóansøkuna í Vági 2020 at vera setta.
Gott summar og góða Jóansøku.
Takk fyri
.
Facebook viðmerkingar