TB javnleik ímóti AB

Dysturin millum TB og AB við Stórá sunnudagin endaði við javnleiki 1-1. Nikolei Johannesen legði TB á odda í 15. minutti, men í 37. minutti gjørdi Ndende sjálvmál. Og tá tað ikki komu fleiri mál í dystinum var 1-1 eisini endaliga støðan.

Úrslitið førir við sær, at TB nú hevur 6 stig eftir 9 umfør, 1 stig færri enn EB/Streymur á 7. plássi.

Í næsta umfari skal TB til Fuglafjarðar, har ÍF tekur ímóti.

Facebook viðmerkingar