Týsdagin 7. juli 2020 er ein stórur dagur fyri Suðuroyingar, tí tá verður nýggi Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum.
Tíðindini eru ikki váttaði av Landsverk, men í Suðuroynni verður sagt, at stóri dagurin verður týsdagin 7. juli 2020, og verður sjálvsagt meiri at frætta um hetta komandi dagarnar, m.a. um hvussu hesin hátíðardagur verður skipaður.
Tað er annars gott og væl 1 ár síðani, at fyrsta skotið varð latið Hvalbiarmegin og var hetta 27. juni í fjør. So tað hevur gingið væl at bora teir 2.500 metrarnar, sum nýggi Hvalbiartunnilin er til longdar.
Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.
Facebook viðmerkingar