Sirið Stenberg flutti fram røðu fyri nýklaktu pisunum

Góðu nýklaktu pisur, familjur tykkara, lærarar og góðu tit øll.

Hjartaliga tillukku við próvnum og hjartans tøkk fyri høvið at hátíðarhalda løtuna saman við tykkum. Tað er ein heiður.

Nakað av tí besta og mest lívsjáttandi við hesi undurføgru, ljósu jóansøkutíðini er at síggja nýklaktu pisurnar. Samanrenningin millum ungu studentarnar og føgru grønu og blómandi náttúruna, sum, eins og tit, vísir seg frá síni bestu síðu, ber boð um ljósa og vónríka framtíð. Og jóansøkan var upprunaliga hildin júst hesa árstíð fyri at fagna ljósinum og at vaka yvir ljósinum. Fyri at vaka yvir tí góða og sum áminning um, at ljósið altíð vinnur á myrkrinum.

——-

Tit eru nakað serligt. Hvør einstakur av tykkum hevur sín heilt serstaka týdning. Bæði í sjálvum sær, fyri tykkara nærmastu og fyri okkara oyggj og okkara land. Tit eru fødd um aldarskiftið. Foreldur tykkara upplivdu tá lívsins undur, sum Martin Joensen so væl lýsir í yrkingini Morgun. Og eg fari at lata yrkingina hjá Martini vera við í tí heilsu, eg beri fram í dag:

”Morgun og nýføddur grátur,
vælkomin, lítli, stíg inn
í henda heimin sum gestur
kanska tú dvølur eitt bil”

Og nú standa tit her sum studentar. Og uppliva tykkara lívsins summar. Ein nýggjan morgum við nýføddum gráti- látri, og eru klár at trína út í lívið sum gestir. Og øll ynskja vit, at tit dvøla eitt bil og tað langt eisini.

——-

Tað er ein framíhjárættur at hava høvi at taka studentsprógv her í Suðuroynni. Tað er týdningarmikið bæði fyri tykkum og okkum øll, at tit eru her sum longst og festa røtur, tí vit hava brúk fyri tykkum. Gev teimum tú elskar veingir at flúgva við, røtur at koma aftur til og orsøk til at verða verandi. Vónandi kunnu tit taka hesi orðini hjá Dalai Lama við tykkum, nú tit fara víðari á lívsleiðini, hvagar enn hon so ber.

—-

Studentaskúli byrjaði í Føroyum í 1937 í Havn. Og í 1974 fingu vit HF- skeið í Suðuroynni. HF-skeiðið leiddi síðan til studentaskúlan, sum vit nú kenna, og sum tit nú eru liðug við. So sæð í søguligum ljósi er studentaskúli relativt nýggjur í føroyskari skúlasøgu. Áðrenn studentaskúli var í Føroyum, vóru tað eisini føroyskir ungdómar, sum fóru til DK á studentaskúla. Tey vóru ikki so mong í tali, men eins og studentar gera, so brutu tey upp úr nýggjum og vóru við til m.a at gera fyrsta føroyska flaggið, arbeiddu fyri føroyska málunum, mentanini, listini, samfelagsviðurskiftum og skúlaskapi sum heild. Ungdómur hevur alla dagar tikið nýskapandi tøk og eisini drigið fólkið í landinum aftan á seg. Tað hevur skapt menning og framburð. Uttan ungdóm er ongin framdrift og framtíð.

Skúlaskapur í Føroyum er nógv broyttur. Hyggi eg bert eftir mínum egnu, so hevur omma mín ongantíð lært at lesa og skriva á føroyskum í skúlanum. Og tá ið vit koma til mína foreldrageneratión, so gingu heilt nógv av teimum bert 7 ár í skúla, meðan nøkur fóru í realskúla. Mítt ættarlið upplivdi so, at heilt nógv fóru á HF, men als ikki øll. Og í dag er tað heldur eitt tilvitað frával, um man ikki fer á studentaskúla. Og tað er eisini ok. Í ár verða gott 500 pisur klaktar, og ein árgangur er gott 600, so tit eru sera nógv, sum velja hesa leiðina. Livikorini eru nú blivin so mikið góð, at tað stendur so at siga øllum í boði at fara á miðnámsskúla. Soleiðis hevur ikki altíð verið, og soleiðis er verri enn so allastaðni kring heimin. Tí hava vit eisini so ómetaliga nógv at takka fyri. Alt hetta byggir bert á ta sannroynd, at vit hava fólk, sum hava stríðst fyri hesum. Tí onki rennur upp úr turrum. Hetta eru ómissandi virði, sum vit mugu halda fast í.

Skúlagongd er enn ikki ein sjálvfylgja fyri øll heimsins børn. Her hjá okkum verða vit eggjað at fara í skúla og fáa eisini peningaligan stuðul til tað.

—-

Eitt barn. Ein lærari. Ein bók og ein pennur. Hesi kunnu broyta heimin. Soleiðis sigur unga Malala Youzefzai, sum fekk Nobel friðarprísin fyri sítt arbeiði, fyri at serliga gentur skuldu sleppa at ganga í skúla í Pakistan. Í stríðnum bleiv hon skotin av Taliban, men kempaði seg uppaftur, men endaði í útlegd fyri sítt virksemi. Hetta er hent nú, meðan tit liva tykkara unga lív her. So ymisk eru lívskorini.

Við vápnum kanst tú gera av við yvirgangsfólk, men við útbúgving kanst tú gera av við yvirgang. Soleiðis sigur Malala eisini. Við hesum verður skúlagongd sædd sum lykilin til bæði framtíð og frið. Og lat hetta eisini minna okkum á, hvussu heppin vit eru at búgva í Føroyum. Tá ið tað er sagt, so haldi eg eisini, at vit skulu eisini taka við okkum, at vit eru eitt fólk, eins og vit liva í einum heimi. Tí skal solidaritetur vera okkara vørumerki bæði her heima og røkka tvørtur um landamørk.

—-

”Um tú vilt korini vita,
best at eg sigi sum minst
tó eingin veit um júst títt lív
skapt er til eydnu og ljós.”

Tað er so ymiskt, hvussu lív og lagna lagar seg. Stundum gongst alt eftir vild. Aðrar tíðir merkja eisini tit ungu fólk, hvussu lívið kann leika á. Og onkur tykkara saknar kanska eisini onkran at halda dagin í dag saman við. Tað er ein kensla, sum eisini má fáa rúmd, lika so væl sum gleðin fær tað. Tá er gott við samanhaldi tykkara millum. Tað ger øllum væl og styrkir tykkum.

Hugsa vit so um mótvind í fugla og pisuheiminum, so vita vit eisini, at fuglur lættir og fer á flog í móti lotinum.

Árini á studentaskúla eru ofta ár, har man knýtir tættar relatiónir og vinabond, sum blíva lívslong. Tað skapar eisini eydnuna. Fólk við tøttum vinabondum og tryggum relatiónum koma ofta betur í gjøgnum lívsins brotasjógvar. Tí tað er ikki altíð logn á lívsleiðini. Og er tað nakað, eg haldi, vit í mínum aldri hava forsømt at læra tykkum, so er tað júst tað. Tað er blívið alt ov lætt, at um eg ikki havi tað gott ella okkurt gongur ímóti, so er tað mín egna persónliga sak, sum eg skal hava hjálp fyri. Tað, sum er vanlig mótgongd í lívinum, verður gjørt til ein trupulleika. Har eru vinabondini gávan til tykkum at deila hetta við. Og somuleiðis kunnu tit í vinaskaranum hjálpa hvør øðrum at vísa á hvørjar ressursir og evni tit sjálvi í veruleikanum hava, so tit kunnu meistra lívsins skúla eisini. Felagsskapurin er sterkasta keta, sum er. Og okkara alra uppgáva er at knýta okkum øll í ketuna. Tað er sum við jólaperunum, um ein ikki lýsir, sløknar ofta alt, ella tað blinkar.

Ár 2020 er heilt serstakt vegna korona, sum eisini veruliga hevur víst, hvussu sárbar menniskjan og allur heimurin er. Tað kemur at standa eftir hjá tykkum, sum blivu studentar í koronatíðini. Tað er sagt so nógv um korona, at eg skal ikki koma nærri inn á tað, men bara siga, at um tit kunnu koma fram til, at orðið samanhald kemur fram um orðið sáttarhald, tá ið tit seinni í lívinum fara at hyggja aftur, so ber tað boð um eina góða tíð hóast alt. Ein tíð har ljósið vann á myrkrinum.

—-

”Ábyrgdin á tínum herðum
gáva frá okkum til tín
byrða, ið tung er at bera
ber hana betur enn vit.”

Vit plaga at siga, at lærdómur er lættur at bera. Eg veit ikki, um tað altíð er so. Onkuntíð ja, men við lærdómi fylgir eisini ábyrgd. Ein ábyrgd um at brúka lærdómin rætt. Ábyrgdin kann upplivast sum ein tung byrða, men hon er samstundis eisini eitt stórt álit. Eitt stórt álit um, at tit ungu fara at laga til samfelagsmennandi varðan, so okkara land, oyggj og bygd verður enn betri at liva í. Hvørt ættarlið hevur ta ábyrgdina. Og hvørt ættarlið skuldi helst tikið ta ábyrgdina betur á seg enn undanfarnu, í takt við at hvørt ættarlið fær betri lívskor. Tað er ómetaliga hugaligt at síggja ung fólk í oynni taka stóra ábyrgd í lokalsamfelagnum. Nýggjar vinnufyritøkur taka skap, nýggjur ítróttarháskúli er komin, næmingaheim er í gerð, eftirskúli byrjar nú, matstovur, gistingarhús, mentanarhús, ítróttarfasilitetir, skjalasavn og mangt mangt annað er komið nú innan stutta tíð. Og vit eru við at fáa vindmyllur upp í oynni, at fáa vind í seglini, haldi eg. Alt hetta leggur bara afturat tí góða, sum longu er. Spennandi verður, hvat tit, sum nú eru blivin studentar, fara at koma við. Ein suðuroyartunnil, betri náttúru og umhvørvisvernd, fleiri ferðavinnuupplivingar, størri sjálvveitan við matvørum, meira burðardygd, kundu verið nøkur boð. Eitt er víst, vit skulu hjálpa til. Føroyska samfelagið hevur í hvussu er stóran tørv á tykkum øllum somlum, at taka tøk, so vit framhaldandi verða eitt gott land at búgva í. Tað verður tað, tá ið øll gera sítt. Tað eru vit eitt samfelag heldur enn spjaddar adressur kring oyggjarnar. So tað er eisini gott av og á at seta sær spurningin um, hvat kann eg gera av góðum fyri mína bygd, mína oyggj og mítt land. Og hvørji spor vil eg leggja eftir meg.

——-

”Heimurin fyri tær opin
kannar teg gjølla og væl
merktur av ringastu royndum
býður tær kortini sess.”

Við studentspróvnum opnast ein nýggjur heimur fyri tykkum. Útbúgving er sjálvur grundarsteinurin undir vitanar- og vælferðarsamfelagnum. Og tað er so sera ymiskt, hvat vit vilja. Fyri nøkur kann tað vera ómetaliga trupult at vita, hvat man skal brúka prógvið til. Onnur vita frá fyrsta degi, hvat tey vilja. Bæði eru í lagi. Fylgið hjartanum, so tit finna tykkara sess. Strongd og mistrivnaður kann fáa góðan gróðrarbotn, um tit ikki lurta eftir tykkum sjálvum. Tað má verða tit sjálvi, sum definera tykkum – ongin annar.

Ein spurningur, sum nýggju studentarnar ofta fáa sum tað fyrsta, er: “Nú hvat ætlar tú tær at blíva til”. Faktisk spyr man eisini heilt smá børn um tað. Hvat vilt tú verða? Ofta bara til stuttleika. Men kanska skulu vit gevast við at seta spurningin. Og tit studentar, heldur enn at spyrja tykkum sjálvi, hvat vil eg verða, leitið so inn í tykkum sjálvi og finnið heldur fram til, hvørji tit eru. Hvørji lívsvirðir tit hava, og hvat hevur týdning fyri tykkum, og hvat tit standa fyri. At finna styrkina og rótina í sínum egna samleika er tað, sum kann gera lívsleiðina greiðari og lívsvalini lættari. Tí tit skulu ikki bara blíva nakað, tit eru longu nakað. Og heimurin býður øllum sess. Tað snýr seg um at finna sín sess. Og nøgdsemi við tann sessin kemur innanífrá. Um sessurin er ein akademisk útbúgving ella okkurt heilt annað, bæði í Føroyum ella uttanlands, tað er ikki til at vita. Krøvini eru hørð, men latið tey ikki trýsta tykkum til nakað, tit ikki eru klár til.

—-

”Men, tú eigur dagin og ljósið
tú eigur náttina við
tú eigur stjørnurnar allar
tú eigur rættin til frið.”

Í dag er tykkara dagur. Njótið dagin og komandi tíðina. Hetta er tykkara lívsins summar. Øll, sum eru saman við tykkum her, ynskja tykkum ljósar dagar og eitt lív í nøgdsemi og friði. Og friður er ikki bara ein avvápnaður friður, men eisini friður við onnur menniskju og ikki minst tykkum sjálvi. Tá verður lívsleiðin lættari og eydnan tættari. Og eydnan er eisini løtur sum hendan. Og vit øll ynskja tykkum øllum nógvar bjartar eydustundir.

—-

”Viljin er sterkasta svørðið
bítur á harðasta stál
vónin er bjartasti brandur
lýsir tær veg fram á mál.”

Tað, at tit nú eru blivin studenta, vísir, at tit hava vilja at stríðast. Man fær ikki studentaprógv, men hann tekur tað. Ein sterkur vilji er bæði styrki og dygd at taka við sær í ókomnar dagar. Vónin er tað sum ber lívinum uppi. Havi hana eisini við tykkum, so vónloysi ikki fær fastatøkur á tykkum. Tað, at ungdómur hevur vilja og vón, byggir land og vísir okkum øllum veg fram á mál.

Góðu ungdómar. Lívið í núinum, verði góð við hvønn annan, og minnist eisini til, at tit eru okkara framtíð. Og tað er eitt stórt álit at fáa.

Hjartaliga tillukku góðu pisur og Jesus pápin signar lívsleiðina

Sirið Stenberg

Facebook viðmerkingar