Birgir og Jens vunnu seinast umfarið í sjavs áðrenn summarfrítíðina

Tórskvøldið 2. juli varð 17. umfar í sjavs hjá Suðuroyar Sjavsfelag í VB-húsinum. Umfarið vunnu Birgir Skorastein og Jens Mørk.

Úrslitið av kappingini bleiv hetta.

Nr. 1. Birgir Skorastein og Jens Mørk, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jacob Bech og Magni Augustinussen, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Jákup Lisberg og Páll Lervig, 1 stig hvør

Nú er Sjavsurin farin í summarferiu, byrjað verður aftur í august, og verður meiri at frætta um hetta seinni.

Suðuroyar Sjavsfelag ynskir øllum sjavsarum góða feriu og vit takka fyri stuðulin í fyrru helvt av kappingarárinum 2020.

Facebook viðmerkingar