Seinastu nógvu árini hava urtagarðs-eigarar kring landið í summarmánaðunum stríðst við at basa innrásum av morsniglum í urtagarðinum. Nógvir urtagarðs-eigarar hava upplivað eitt stórt tal av morsniglum, sum koma fram um kvøldarnar og tá leggjast á alsskyns plantur í urtagarðinum.
Seinastu tíðina hevur ávist kjak verið á Facebook-síðuni “Fuglar í Føroyum”, um Kvørkveggjur eta morsnigil. Fleiri hava boðað frá, at tey hava lagt tilmerkis, at Kvørkveggjur eta morsniglar og at talið av morsniglum er minkað, har Kvørkveggjur eru í urtagarðinum.
Í morgun var hendan myndin omanfyri tikin við ein urtagarð í Vági, har ein Kvørkveggja kom hoppandi við einum morsnigli í nevinum. Á myndini liggur morsnigilin frammanfyri Kvørkveggjuna.
Nógv bendir sostatt á, at Kvørkveggjur eta morsniglar.
Facebook viðmerkingar