Smyril vann á ólavsøku, vann FM og Niklas í Koltri steypið

Smyril gjørdi bart og vann sjeynda róðurin á rað, tá 6-mannafarið Smyril vann ólavsøkuróðurin í dag.

Við sigrinum í dag vann Smyril sjálvandi eisini Føroyameistaraheitíð.

Sum vant á ólavsøku, so verða eisini latin heiðurssteyp, og fekk Smyril Niklas Kolturs-steypið fyri vakrasta róður og áralag.

Okur á Suðuroyarportalinum ynskja Smyrli og Vágs Kappróðrarfelag hjartaliga tillukku.

Facebook viðmerkingar