Ymiskir eru fjeppararnir sum rógvararnir fáa, men Firvaldur hevur í summar fingið ein heilt serligan fjeppara.

Eftir at Firvaldur fekk eitt sera keðiligt reytt kort á eystanstevnu, fingur tey eina bukett og eitt kort, har hesin fjepparin heitti á genturnar um at halda fast hóast keðiliga eystanstevnuna. Tær róðu so sera væl.
Síðani hava tær aftur fingið heilsan frá hesum fjepparanum.
Eftir ólavsøkuróðirin fóru so genturnar á Firvaldi at vitja hendan serliga fjepparan.
Við sær høvdu genturnar ein gávu og eitt kort.
Fjepparin er 88 ára gamli Tryggvi Sondum.
Hann hevur búð á Tvøroyri og gekk í 1. flokk á Tvøroyri. Hann helt at hesar genturnar rógva so sera vakurt og tí hevur hann fylgt teimum.
Hann ynskti teimum alt tað besta og at tað verður enn betur í 2021.
Firvaldur fekk eitt 2. pláss á ólavsøku og eitt 2. pláss í FM.



Facebook viðmerkingar