
Eftir ætlan skuldi dagstovnaøkið í Vágs kommunu lata uppaftur eftir summarfrítíðina mánadagin 10. august.
Við óvissuni, sum nú valdar, eftir at korona-smittan aftur er vorðin virkin kring landið, er tó tikin avgerð um, at dagstovnaøkið ikki letur upp sum ætlað nú mánadagin.
Í staðin verður upplatingin av dagstovnaøkinum útsett 1 viku og letur dagstovnaøkið uppaftur mánadagin 17. august 2020.
Tey, sum hava tørv á neyðansing, kunnu venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, á fartlf. 239343 ella t-posti: eikilund@vagur.fo.
Facebook viðmerkingar