Fótbóltssamband Føroya hevur tikið avgerð um fyribils at steðga øllum kappingum, undantikið Betri Deildina hjá monnum, frá í dag av og til og við mánadagin 28. september
Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum, sum eftir ætlan skuldu verðið spældir hesa vikuna.
Hetta merkir, at fyribils verða allir dystir, bæði hjá børnum og vaksnum, fram til og við mánadagin 28. september, útsettir.
Hetta er tó ikki galdandi fyri Betri Deildina hjá monnum, har dystirnir verða spældir sum ætlað. Her skal tó leggjast afturat, at dysturin millum Víking og AB, sum skuldi verða í Sarpugerði í kvøld, fyribils er útsettur.
Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.
Facebook viðmerkingar