Trongisvágsbotnur aftur ruddaður

Tvøroyrar kommuna: Vanliga so friðaligi Trongisvágsbotnur, var í gjár karmur um lívligt virksemi. Var onkur í námind, so sást tyrlan hjá donsku sjóverjuni sveima yvir vakra landslagnum. Vit hava skift orð við Otto Gram, ið hevur verið drívmegin aftanfyri átakið.

Otto sigur, at tað heilt stóra takið varð tikið í 2017. Tá sá ikki tespiligt út í Trongisvágsbotni og uml. 55 eldsálir megnaðu at savna eini 18 tons av ruski upp. Atlantic Airways veitti tá eina fantastiska hjálp vit at koma suður við tyrluni. Teir flugu heili 17 ferðir upp og niður, við 44 posum og øðrum burturkasti. Otto hevur síðan verið nakrar ferðir, við familjuni og skúlaflokkum,niðri í Trongisvágsbotni á ruddingarferð.

“Nú í summar, eitt dýrdarkvøld, fóru vit niður í Trongisvágsbotn at rudda. Vit vóru uml. 16 fólk, bæði vaksin og raskir ungdómar. Hesaferð savnaðu vit uml. 300-400 kg saman, ið vit fyltu í stórar sekkir frá IRF og harafturat ein fiskakassa”, sigur Otto.

Myndir frá tí túrinum, kunnu síggjast her https://photos.google.com/share/AF1QipM2mpo-0nK5Qflw-eHu24mo1JGFn-tgh9aQN2J__xK4fhYe3MjjQwcLypWWv7yMvA?key=TG1jMXFiNUdQRmhHck1vSUZlR3BGRC1iNGtMMEtB

Otto setti seg síðan í samband við Tvøroyrar kommunu, ið so tók upp samband við Arktisk Kommando, fyri at vita um tað var ein møguleiki at fáa hjálp frá tyrlu teirra. Danska Sjóverjan var sera jalig frá byrjan av og tað var skjótt at Otto og flogskiparin høvdu fingið lagt eina ætlan, fyri hvussu alt skuldi ganga fyri seg. Í vikuskiftinum vóru Otto og onnur niðri í Trongisvágsbotni aftur, fyri at tryggja sær at alt enn lá har og var í sekkunum.

Í gjár, týsdagin 22. september kl. 09:45, hevjaði so Seahawk-tyrlan seg av dekkinum av HDMS Hvidbjørnin og setti kósina móti Trongisvágsbotni. Kl. 10:15 var hon á staðnum, har Otto og sonurin Bartal tóku ímóti. Ætlanin hjá sjóverjuni var at lenda við tyrluni, men mett varð, at undirlendið var ov bleytt og óslætt, tí vórðu tveir mans í staðin loraðir niður at hjálpa til.

Upprunaætlanin var at flúgva ruskið til Trongisvágs, men flogskiparin metti at sýnið var ov vánaligt í gjáramorgun. Ruskið bleiv tískil, í tveimum umførum, flutt til Fámjins. Otto hevði tosað við borgarstjóran í Fámjin, Jóanis Lisberg, og tryggjað sær at hesin møguleikin var tøkur, skuldi líkindini verið ov vánalig til at flúgva til Trongisvágs. Avtalað var eisini gjørd við IRF í Trøllavík, um at fáa ruskið flutt úr Fámjin til Trøllavíkar.

Alt í alt eitt sera gott og væleydnað átak. Otto vil takka fyri fantastiska vælviljan frá Arktisk Kommando, fyri vælvilja frá Fámjins- og Tvøroyrar kommunum, IRF og teimum mongu, sjálvbodnu hjálparfólkunum.

Tvøroyrar kommuna vil eisini at takka Otto fyri hansara einastandandi stóra part í arbeiðinum at varðveita og fríðka um ein av okkara náttúruvakrastu blettum. Somuleiðis vilja vit takka Arktisk Kommando, Fámjins kommunu, IRF og øllum teimum sjálvbodnu, fyri teirra stóra íkast í átakinum.

Facebook viðmerkingar