Árligi, sera væl umtókti basarurin hjá TB, verður í Skúlahøllini í Trongisvági, sunnudagin hin 8. november frá kl. 15:00.
Basarurin plagar at trekkja eina rúgvu av fólki til, úr allari oynni, tí vinningarnir eru so mangir, góðir og fjølbroyttir. Í ár verður einki undantak og vit gleða okkum til eitt hugnaligt og spennandi kvøld saman við gestunum.
Til ber eisini at keypa sær ein góðan kaffimunn og okkurt afturvið.
Facebook viðmerkingar