Nýggi barnagarðurin Mýrifípan verður tikin alment í brúk komandi fríggjadag 25. September.
Ætlanin var at hátíðarhalda dagin við almennari móttøku, men orsakað av íkomnu støðuni við korona, ber hetta tíðanverri ikki til. Í staðin er avgjørt, at Mýrifípan verður opin alla komandi viku 40 millum kl. 16:30-18:00, har áhugaði kunna vitja inni í barnagarðinum.
Tey sum ynskja at vitja í Mýrifípuni, skulu tó frammanundan fráboða hetta til Kari Petersen, leiðara á tlf. 218737, ella til Heidi Park varaleiðara á tlf. 221848, sum greiða nærri frá, og geva boð um, hvussu hetta verður skipa.
Umráðandi er at fylgja ásetingunum frá heilsumyndugleikunum, fyri at fyribyrgja møguligari smittu við korona, og avmarkað er, hvussu nógv fólk kunna vitja í senn.
Àðrenn barnagarðurin bleiv útbygdur, var pláss fyri 52 børnum í einari vøggustovu og tveimum barnagarðsstovum. Aftaná útbyggingina er pláss fyri 134 børnum, afturat verandi bygningi eru komnar ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein útibarnagarður, umframt eitt stórt felagsøki til børnini inni og ein góður garður uttan um allan barnagarðin.Børnini kunnu nú súkkla ella spæla rundan um allan bygningin, og har er nógv spennandi at síggja og kanna á leiðini. MTV-Byggivirki, er høvuðsarbeiðstakari av barnagarðinum og Brim-Arkitektar hava staðið fyri projekteringini.
Facebook viðmerkingar