Hátíðarløta var í skúlahøllini í Vágs Skúla eftir døgurða í dag í samband við at FabLab Vágur lat upp fyri almenninginum.
John Henrik Holm, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá søguni hjá FabLab í Vági, sum byrjaði við stórfingnari gávu frá íslendaska parinum Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson. Margrét er vaksin upp í Ólafsvík, men hevur røtur úr Vági. Abbi hennara, Sivar Hjelm, varð føddur í Vági 21. des. í 1915, men flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og stórum systkinahópi. Lesið eisini meiri um tað søguna her.
Síðani fyrstu gávuna úr Íslandi hevur FabLab Vágur eisini fingið fleiri aðrar gávur frá Margrét og Ásbjørn.
Stórfingnu gávurnar úr Íslandi hava eisini ført við sær, at Vágs kommuna hevur raðfest hetta økið høgt og eru nýggj hølir gjørd til FabLab Vágur, umframt at ymisk útgerð eisini er keypt. Vágs kommuna setti eisini Tinu Grønbech Tausen í starv sum leiðari av FabLab Vágur – og nú var so løtan komin, har FabLab Vágur lat upp fyri almenninginum.
Skúlastjórin sendi eisini eina heilsu til Margrét og Ásbjørn, sum orsaka av korona-støðuni, ikki fingu verið við í dag.
Áðrenn farið varð til rundvísning í FabLab Vágur, greiddi Tina Grønbech Tausen, leiðari, frá hvat eitt FabLab er og hvørjar ætlaninar eru við FabLab Vágur. Umframt at verða eitt framúr gott tilboð til skúlanæmingar í Vágs Skúla, so verður FabLab Vágur eisini opið fyri almenningum og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja og brúka FabLab, greiddi Tina frá. Tað er ókeypis at brúka FabLab, men brúkarin kemur tó at rinda fyri evt. tilfar, sum verður brúkt.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum eru her.
Facebook viðmerkingar