Betri Trygging veitti skaðaendurgjøld fyri 190 mió. kr. fyrra hálvár í 2020. Tað eru 60 mió. kr. meira enn fyrra hálvár í fjør. Hetta er serliga orsakað av stórum tryggingarskaðum í sambandi við ódnarveðrið mánaðarskiftið februar/mars. Eisini hevur koronafarsóttin merkt talið av skaðum, serliga avlýsingar og ferðaskaðar.
Talið av skaðum fyrra hálvár í ár var sostatt hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í ár eru 1.427 fleiri skaðar fráboðaðir. Tó vóru færri skaðar í tíðarskeiðinum mars og apríl, tá koronafarsóttin hevði við sær, at føroyingar vóru heima.
Úrslitið fyrra hálvár í 2020 vísti eitt avlop á 8 mió. kr. áðrenn skatt. Samlaða úrslitið verður mett nøktandi, tá havt verður í huga, at stórir tryggingarskaðar og koronafarsóttin hava merkt virksemið hjá felagnum higartil í 2020.
– Vit hava lagt stóran dent á at hjálpa okkara kundum, sum brádliga blivu partur av eini altjóða farsótt. Fyrra hálvár hevur verið merkt av óvissu, men tørvurin á okkara hjálp hevur verið størri enn vanligt. Vit eru eitt sterkt felag og eru brynjað til okkara høvuðsuppgávu, sum er at veita tryggleika til okkara kundar, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.
Hálvárið í stuttum:
- Úrslitið áðrenn skatt: 8 mió. kr.
- Bruttotryggingargjøld: 214 mió. kr.
- Skaðaendurgjøld tils.: 190 mió. kr.
- Tal av skaðum: 7.227
- Eginogn: 649 mió. kr.
- Solvensdekningur: 293%
Facebook viðmerkingar