Páls Høll 5 ára føðingardagshald tórsdagin 15. okt.

Páls Høll: Tórsdagin 15. oktober 2020 er Páls Høll 5 ár. Í samband við føðingardagin tórsdagin verður í Páls Høll bjóðað kaffe/te og okkurt gott aftur við og saft til børnini.

Broyttar upplatingartíðir tórsdagin

Í samband við føðingardagin tórsdagin 15. oktober 2020 er Páls Høll opin soleiðis:

Kl. 8.30 – 9. 15 (morgunsvimjing)
Kl. 14.00 – 21.45

Øll eru hjartaliga vælkomin at njóta dagin saman við okkum.

Facebook viðmerkingar