
Vágs kommuna: Nú er ætlanin við lutaíbúðum í Vági komin somikið áleiðis, at byggiloyvið er givið til at fara ígongd við fyrsta byggistig.
Áðrenn farið verður ígongd verða øll, sum hava skrivað seg upp til lutaíbúð í Mýrunum og lutaíbúð úti á Stórheyggi boðin til fund fyri at gjøgnumganga ætlanina. Tey, sum hava víst áhugað fyri eldraíbúð, verða eisini boðin við til kunnandi fundin, soleiðis at tey fáa høvið at kunna seg um ætlanina við lutaíbúðum.
Um onnur eru, sum hava ítøkiligan áhugað í at keypa lutaíbúð í Vági, so eru tað eisini vælkomin á fundin.
Fundurin verður í auluni / skúlahøllini í Vágs Skúla ónskvøldið 14. oktober 2020 kl. 19. – inngongd er ígjøgnum skúlagarðin.
Á fundinum eru umboð fyri Vágs kommunu, Bústaðir, Betri Banka og Norcon – og verður greitt frá øllum smálutum í ætlanini.
Facebook viðmerkingar