Frá bakkøstum til framgongd

Tað eru kanska ikki øll, sum hugsa um tað, men okkara lokalsamfelag hevur verið fyri stórum broytingum seinastu 10 árini. Størsta broytingin er, at tey seinastu 10 árini er tað kenda høvuðsgrundarlagið undir nógvum av virkseminum í Vági í meiri enn 200 ár, fiskivinnan, blivin at kalla burturi.

-Og ja, hetta er ein sera syrgilig søga!

Fiskivinnan fyri bakkøstum

Í 2010 var Vágur eitt av hampiliga stóru fiskivinnusamfeløgunum í Føroyum.

Virksemi var á flakavirkinum Polarfrost, sum Faroe Seafood átti. Virksemi var á turkivirkinum Apama, á saltfiskavirkinum Løðhamar Seafood, á Uppboðssøluni og á stóru frystigoymsluni á havnarlagnum. Á fjørðinum vóru heimahoyrandi fleiri trolarar, nakrir størri útróðrarbátar og fleiri smærri útróðrarbátar – og á landi var eisini atknýtt skrivstovuvirksemi og tænastuveiting til skip og bátar. Nógva virksemi á virkjunum á keiini førdi eisini við sær, at onnur skip komu inn á fjørðin at landa. Virksemi var eisini á kryvjivirkinum hjá Faroe Farming.

Í 2010 arbeiddu umleið 280-300 fólk fisk í virkjum á keiini ella umborð á skipum og bátum, sum hoyrdu heima á fjørðinum.

Í nýggjársrøðu løgmans við árslok 2010 segði Kaj Leo Holm Johannesen m.a. “vit (hava) seinastu tíðina verið fyri stórum bakkøstum. Í oktober fór Eik Banki á húsagang, og í desember fór Faroe Seafood undir trotabúgv. Hetta vóru dyggir smeitir. Fleiri hundrað hava mist arbeiði, og mong hava mist partapening.

Húsagangurin hjá Faroe Seafood rakti eisini meint í Vági, Polarfrost lat aftur og heilt nógv fólk mistu arbeiði. Síðani hava eisini onnur virkir á keiini verið fyri bakkøstum og eru tað nú nøkur ár síðani at rættiligt virksemi hevur verið í turkivirkinum, saltfiskavirkinum og uppboðssøluni.

Í løtuni eru ongi størri skip heimahoyrandi her á fjørðinum, men hava okur eina vón um at fiskiloyvini, sum enn eru her, kunnu aktiverast. Okur vóna eisini, at nýggi áhugin fyri at uppbyggja fiskivinnu-virksemi á havnarlagnum ber frukt, okkum øllum at gagni.

Okkara dugnaligu sjófólk hava leitað sær kjans aðrastaðni og vinna framvegis týðandi inntøku til bæði familjuna og kommununa. Enn eru eisini nakrir útróðrarmenn á fjørðinum, sum stríðast mannliga, hóast umstøðurnar kundu verið betri, ikki minst nú uppboðssølan er stongd.

Frá 280-300 arbeiðsplássum innan fiskivinnuna á og við keiina í Vági í 2010 eru tað í dag kanska eini 40-50 eftir, so tað fløvar, at Bakkafrost hevur uppraðfest virksemi í Suðuroynni og í Vági.

Máttu hugsa og satsa nýtt

Syrgiliga gongdin í fiskivinnuni hevur ført við sær, at okur í Vági hava verið tvungin at hugsa og satsa nýtt.

Í 2014 valdu okur í kommunalum høpi at satsa uppá upplivingarbúskapin, sum m.a. fevnir um ferðavinnu og upplivingarvinnu (adventure), um ítrótta-vinnu, ítróttarferðavinnu og ítróttaskúlar og um heilsu- og vælveruvinnu.

Tilvitaða valið at satsa uppá upplivingarbúskapin sæst eisini aftur í einari uppraðfesting av ferðavinnuni. Nýtt kampingpláss varð gjørt á Eiðinum. Kommunan gjørdi eisini ætlan fyri smátturnar við Laksá, sum privat hava bygt. Økt fokus hevur verið á marknaðarføring av økinum. Og í kjalavørrinum á hesum eru eisini seinastu árini gjørdar nógvar nýggjar privatar íløgur í matstovur, kafeir og gistingarmøguleikar.

Við Páls Høll og Marghøllini eru framúr innandura møguleikar skaptir til okkum øll í nærumhvørvinum – men eisini til vitjandi, sum í vaksandi talið leita eftir møguleikum og tilboðum av hesum slag.

Satsið uppá ferðavinnuan hevur eydnast. Talið av ferðafólkum er vaksið ár um ár – og øll met vórðu sprongd í summar við túsundtals gistingum í Vágs kommunu í juni, juli og út í fyrstu viku í august (áðrenn korona rakti aftur). Matstovur, gistingarstøð, handlar og kioskir og ferðavinnuveitarar hava av somu orsøk eisini havt eitt met summar.

Burturúr valinum at satsa uppá upplivingarbúskapin er eisini sprottin Ítróttaháskúlin, sum uttan samanbering er størsta sólskinssøga í nýggjari føroyskari skúlasøgu. Hvønn dag alla heyst-, vetrar-, og várhálvuna verða okur ríkaði við smílum av ungdómum á ferð, tá ítróttaháskúla-næmingar eru á ferð í nærumhvørvinum. -Og ikki minst eru tað við Ítróttaháskúlanum eisini skapt fleiri nýggj spennandi størv í Vági.

Nýggja næmingaheimið verður liðugt í næstum og nýggjur skúlabygningur er í stoypiskeiðini. Arbeitt verður eisini við spennandi verkætlanunum, sum fara at leggja afturat góða og spennandi virkseminum á Ítróttaháskúlanum – meiri um hetta seinni.

Framúr góðu ítróttarligu karmarnir á Eiðinum, í Vágs Høll, Páls Høll og Marghøllini hava eisini ført við sær, at ítróttafeløg úr øllum landinum koma til Vágs á venjingarlegu – bæði fótbóltsfeløg, hondbóltsfeløg, kappróðrarfeløg, flogbóltsfeløg, svimjifeløg os.fr. – og tey gista, eta og brúka eisini fitt av peningi í lokalum handlum og kioskum. -Og ikki minst, so eru flestu teirra á venjingarlegu í lág-árstíðini hjá ferðavinnuni, og geva tá eitt týðandi íkast til m.a. lokalu gistingarhúsini, matstovurnar, kafeirnar og handlarnar.

Karmarnir hava eisini gjørt tað gjørligt at skipa stóru fótbóltskappingina Skúlafótbóltur og stóru hondbóltskappingina Faroe Islands Handball Cup – tiltøk, sum draga fólk í túsundtali til Vágs hvørt ár.

Arbeitt hevur verið í nøkur ár við ætlan um at seta á stovn depil fyri heilsu, venjing og vælveru í Vági – karmarnir eru til tað og fakfólk innan allar relevantar fakbólkar eru í nærumhvørvinum. Meiri um hesa ætlan í aðrari grein.

Vitjand fólk eitt týðandi tilfeingi

Jú, okkara lokalsamfelag hevur verið fyri stórari broyting. Høvuðstilfeingið var fiskur, sum kom um keikantin og inn á flaka- og fiskavirkir á havnarlagnum. Nú kemur at kalla bara laksur um keikantin, men okur hava hinvegin megnað at drigið til okkum eitt annað tilfeingið, hava drigið til okkum fólk:

– fólk sum velja Vág sum ferðavinnumál
– ungdómar sum leita til Vágs á Ítróttaháskúla
– ítróttafeløg og ítróttarfólk sum koma til Vágs á venjingarlegu og til kappingar
– fyritøkur sum leita til Vágs á starvsfólkaútferð
– og ikki minst, so draga okur fólk til Vágs, sum tilvelja Vág og seta búgv her og fólkatalið veksur aftur.

Stóri streymurin av fólki, sum kemur til Vágs hevur eisini ført við sær, at nýggjar tænastur, nýggj tilboð, nýggjar inntøkur og nýggj arbeiðspláss eru skapt. Úr rúgvuni kunnu nevnast nýggir gistingarmøguleikar, nýggjar matstovur, og nýggjar kafeir, soleiðis at okur í dag hava 170 songjapláss til ferðafólk í Vági (í 2013 høvdu okur eini 35 songjapláss) og 5-6 matstøð í Vági og 2-3 kafeir í Vági.

Her grør um gangandi fót – nýggjar vinnur síggja dagsins ljós – fráflyting er broytt til tilflyting – lat okkum saman halda fast í góðu gongdini.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu og valevni á Lista E

Facebook viðmerkingar