Gongst sum ætlað, verður tað næsta ár, at seinasta hond verður løgd á arbeiðið at gera tær jarðfrøðiligu kanningarnar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum sambært in.fo.
Jørgen Niclasen sigur eisini, at í langtíðarætlanini hevur Landsstýrið gjørt av at seta 100 milliónir av um árið til partafelagið, sum skal standa fyri verkætlanini, og fyrsta gjaldið fellur til gjaldingar í 2025.
Í mai mánaði í 2020 segði Jørgen Niclasen, at landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at seta upp móti 100 milliónir krónur av árliga á langtíðar íløguætlanini til hesa verkætlan, galdandi frá 2024, tá verandi játtan til Eystur- og Sandoyartunlar, sum er 50 milliónir krónur árliga, gongur út.
Við øðrum orðum er ætlanin hjá landsstýrinum nú broytt, soleiðis at peningur ikki verður settur av í 2014, men í 2025.
Enn er ógreitt nær farið verður undir sjálva boringina av Suðuroyartunlinum.
Facebook viðmerkingar