Uppskot frá Tjóðveldi, um endurnýggjan av Strandferðsloflotanum, var til viðgerðar í tinginum í dag. 330 milliónir skulu brúkast komandi árini, og í viðmerkingunum vóru nevnd tveir positivir liðir, nevniliga, at hesar fýra ferjurnar skulu, í størst møguligan mun, byggjast í Føroyum, og at drívmegin skal vera varðandi orka.
Vit mugu síggja møguleikar í avbjóðingunum
Mín meining er, at vit, í politisku skipanini í Føroyum, tora ov illa at hugsa stórt og at síggja møguleikarnar í avbjóðingunum. Tað er so nógv lættari at síggja forðingarnar og so lata vera við at gera nakað, tí so hevur man í øllum førum onki skeivt gjørt. Men fakta er, at tað krevur politiskar visiónir fyri at tryggja framtíðar vælferð.
Partar av bæði fiskiskipa- og Strandferðsluflotanum standa fyri endurnýggjan í nærmastu framtíð. Eg meini, at vit skulu gera hetta á Føroyskum skipasmiðjum, bæði hvat viðvíkur strandfararskipum og fiskiskipum.
Føroyingar hava neyðugu førleikarnar til, sjálvir at standa fyri hesi endurnýggjan.
Síðsta dømi er Jákup Sverri, ið var gjørdur liðugur á Skála. Hetta skipið er eitt tekniskt nýbrot og vit hava sjálvandi lært eina rúgvu av einari tílíkari verkætlan. Avleidda virksemið av tílíkum arbeiðum breiða seg um alt samfelagið, tí har er brúk fyri so nógvum ymiskum vinnum og fyritøkum við ymiskum førleikum, fyri at fáa eina tílíka verkætlan gjøgnumførda.
Og vit skulu sjálvandi halda fram við at mennast á hesum økinum. Vit læra bert av tílíkum avbjóðingum, og tað eru avbjóðingar sum hesar, ið flyta okkum framá sum skipasmiðjutjóð.
Skipasmíð sum vakstrarvinna í Føroyum og grønan flota
Eg eri sannførdur um, at skipasmíð er eitt upplagt evni til eina vakstrarvinnu í Føroyum. Vit hava sera dugnaligt fólk innan handverks-, maskin- og skipselektronikfakið í Føroyum. Eg trúgvi, at her eru vit í serflokki. Um vit ikki skulu satsa stórt uppá tað, sum vit kenna og eru góð til, hvat skulu vit so satsa uppá, sum framtíðar vinnuvegir og inntøkur, til framhaldandi samfelagsútbyggingar?
Tað eru bert avbjóðingar, ið føra til innovatión, og eri púra vísur í, at um vit, frá politiskari síðu, velja at kasta m.a. hendan handskan inn í ringin, vildi vinnan tikið hetta í álvara og veruliga lagt seg í selarnar, fyri at hugsa nýtt og loysa uppgávuna.
Í okkara grannalondum verður nógv orka løgd í, at framtíðar skipaflotin skal verða “grønur” t.v.s., at útlátið skal, í ringasta føri, verða Co2 neutralt, og, í besta føri, verða við 0 emmissión. Tað verður granskað í nógvum ymiskum realistiskum loysnum, eitt nú ammoniak, grønum hydrogen og ethanol. M.a. hevur Mærsk gjørt stórar íløgur í fyritøkur, ið royna nýggjar framtíðarloysnir, og sum hava sett sær sum mál, at skipaflotin skal kunna umleggja áðrenn 2030. Hetta eru loysnir, sum vit ikki kenna í dag, men sum fara at koma, sum úrslit av miðvísum arbeiði, og sum aftur koma at skapa stór virðir fyri alt samfelagið.
Hvat so, um ein nýggj Nólsoyarferja, kostar 10 mill. meir at byggja í Føroyum enn í Pólandi ella Turkalandi? Hugsið um alla avleiddu vitanina, sum vit kunnu byggja upp. Hugsið um margfeldi av undirveitarum, ið kunnu skapa vælferð til samfelagið, um allan fólkavøksturin, ið hetta kundi haft við sær, hugsið um møguleikan fyri nýggjum útbúgvingum á Setrinum, Vinnuháskúlum o.s.fr., ið kundi staðist av hesum.
Lat okkum hyggja eftir hvat vit frá politiskari síðu kunnu gera, fyri at fáa gongd á skipasmíð aftur í Føroyum; ikki tí tað er tað lættasta at gera, men tí tað er tað rættasta at gera fyri framtíðar Føroyar. Eisini um hetta merkir, at vit skulu endurskoða stuðulin til skipasmíð í Føroyum.
Erhard Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Facebook viðmerkingar