Í dag varð dukkuleikurin “Lambert Olaf Krúllusen” frumsýndur á Skúladeplinum í Suðuroy, har Heilsuskúli Føroya húsast saman við Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Tað eru námsfrøðihjálparanæmingarnar á Heilsuskúla Føroya, sum standa fyri leikinum. Næminganrnir hava sjálvir skrivað handritið, gjørt pall, pallmyndir, ljóðmyndir, dukkur og búnar til dukkurnar við góðari hjálp og vegleiðing frá teirra lærarum Heidi, Rakul, Káru, Lív og Nadyu. Eisini óføri húsavørðurin á Skúladeplinum, Thormann, hevur hjálpt til við sjálvum pallinum.
Leikurin hevur ein góðan og viðkomandi boðskap um happing og ymiskleika.
Heilar 3 sýningar hava verið í dag fyri 6 – 7 ára gomlum børnum úr teimum trimum barnagørðunum í Suðuroynni. Kl. 10.00 var fyrsta sýningin fyri børnunum úr útibarnagarðinum á Tvøroyri, sum er partur av barnagarðinum “Mýrifípan”. Kl. 11.30 var onnur sýning fyri forskúlabørnunum í Vágs Skúla og triðja sýningin var kl. 13.30 fyri børnum úr barnagarðinum “Brosið” í Hvalba. Áskoðararnir vóru sera væl nøgdir; bæði við sýningina og útferðina í góðveðrinum í dag.
Tosað verður nú um at hava fleiri sýningar fyri næmingum úr 1. og 2. flokki í Suðuroynni, tí leikurin og verkætlanin sum heild, er so væl úr hondum greidd, at tað er spell, um ikki fleiri kunnu fáa gleði av leikinum.
Súsanna Bertholdsen skrivaði og tók myndirnar
Facebook viðmerkingar