Korona-farsóttin legði festival árið 2020 lamið kring allan heim, eisini her í Føroyum. Millum festivalarnir, sum vórðu avlýstir, var eisini Dansibandsfestivalurin í Vági, men nú er greitt, at Dansibandsfestivalur verður aftur í Vági í summar.
Fyrireikararnir skriva á facebook síðuni – Dansibandsfestivalur í Vági – at tað í næstum verður nýtt at frætta um nær Dansibandsfestivalurin verður og hvussu festivalurin verður skipaður í ár.
Um Dansibandsfestivalin
Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til brunsj og grillkvøld, dansibandsgudstænastu, túrar í náttúruni og ikki minst hugna og gestablídni.
Facebook viðmerkingar