Ókeypis webinar týskv. 2. feb kl.20: Skalt tú byggja?

Skalt tú undir at byggja ella hevur tú ein dreym um at skapa títt egna hús og heim?

Útstykkingar eru ymsastaðni kring landið, og fleiri velja at fara undir at byggja. Men at byggja er ofta eitt stórt tak, sum krevur umhugsan. Nógv ivamál kunnu vera við hesi stóru avgerðini. Hvussu stór skulu húsini vera, hvussu skal sniðið vera og hvørjir lánimøguleikar eru? 

Tí skipa vit fyri webinari týskvøldið 2. februar kl. 20.00, har tú fært góð ráð um húsabygging frá bankaráðgeva, arkitekti og einum, sum hevur bygt.

Skrá 

  • Vælkomin
  • Alice Frederiksberg, Betri Banki. Hvussu fáa vit tað fíggjarliga at hanga saman? Hvussu er gongdin í samband við lántøkuna? Hvørjir eru snávingarsteinarnir?
  • Eyðun Eliasen, arkitektur, góð ráð í samband við húsabygging
  • Marita Klein Joensen sigur frá um tíðina, tá tey bygdu teirra hús
  • Samanumtøka

Áhoyrarar kunnu leypandi senda inn spurningar.

Tilmelding her.

Facebook viðmerkingar