Heilsuátakið ið Vágs Kommuna skipar fyri í februar mánaði, byrjar av álvara longu nú í vikuskiftinum.
Umframt at rættuliga nógv børn og ung íðka ítrótt, so skipar Hvistan eisini fyri heilsutúri leygardagin, tá ið møguleiki verður at ganga, trilla, súkkla ella renna.
Eins og í allan vetur, so hevur Hvistan skipað tiltakið soleiðis, at øll eru ígongd í senn, soleiðis at tá ið fari verður, verður ein ígongd í 15minuttir, og síðani verður vent og leiðin løgd aftur til har byrjað bleiv, soleiðis at rørslan er í alt 30minuttir.
Undirtøkan til tiltøkini í 2020 var frálíka góð, og vóna fyrireikararnir at hesin fyrsti túrurin kann leggja lunnar undir einum virknum mánaði og ári. Tað er Magn í Vági, sum hesaferð er karmur um ókeypis heilsutiltakið, ið byrjar kl. 11.00 leygardagin, og øll eru vælkomin at luttaka
Facebook viðmerkingar