Tann sum hevur rávøruna og marknaðin hevur buktina og báðar endarnar – restin er at leggja til rættis

Føroyski livifóturin er tætt knýttur at útflutningi til onnur lond – allur heimurin liggur opin fyri okkum, um bert vit leggja væl til rættis.

Berievnini í okkara samfelagi eru altavgerandi fyri livistøðið og ávirkar eisini fólkavøksturin beinleiðis. Tí mugu vit sum landsins politikarar alla tíðina syrgja fyri, at fyritreytirnar og rammurnar hjá vinnulívinum eru á hædd við tær bestu í øðrum londum.

Tá tað snýr seg um innflutning til Føroyar, livir føroyska vinnan við, at ES hevur stórt sæð frían marknað. Tað er eftirhondini bert heilt fáar vørur frá ES, ið verða tollaðar við føroyska markið. Til dømis mjólk og partvíst seyðakjøt – vørur, sum vit sjálvi framleiða í Føroyum og tí verja.

Stutt sagt: ES hevur ein lista við heilt fáum vørum, ið verða tollaðar á veg inn til Føroyar.

Tollfellan klamsar
Venda vit myndini, so er støðan tann øvugta. Tá ið Føroyar útflyta til ES eru bert heilt fá føroysk vørusløg, ið ikki verða tollaðið. Til dømis verða nærmast allar viðgjørdar fiskavørur ásettar toll, og vit kunnu ikki stroya eitt vet av pipari á eitt fiskaflak, uttan so at tollfellan klamsar.

Fyrr enn hesar treytirnar eru broyttar, ber illa til hjá vinnuni at kappast og at nýmenna seg á marknaðinum og harvið vinna Føroyum størri útflutningsvirði.

Men sum í flest øllum øðrum lívsins viðurskiftum, er eisini her galdandi, at eingin fær nakað, uttan at ein biður um tað sjálvur.

Vit kunnu vera púra sannførd um, at ES ikki kemur av sær sjálvum og bjóðar okkum eina nýggja og betri handilsavtalu. ES hevur tað akkurát, sum tey vilja hava tað – púra fría atgongd til føroyska marknaðin.

Viðurskiftini mugu fáast í rættlag. Hetta kunnu flest øll vera samd um. Men uppgávan er okkara, vit mugu sjálvi hava mótið til at langa nevan í borðið og biðja um tað, vit meta okkum hava rætt til. Útgangsstøðið hjá føroyingum, fyri at økja útflutningsvirðið av viðgjørdum vørum, er jú sera gott.

Tí umframt allan alifiskin, eiga vit rávøruna. Vit eiga sildina, makrelin, svartkjaftin og botnfiskin – alt fyrstafloks vørur. Vit hava við øðrum orðum buktina og annan endan. Nú ræður bert um at fáa fatur á hinum endanum, so fullvæl kann leggjast til rættis.

ES-marknaðurin eigur at verða okkara størsti marknaður, serliga sum liðugtvøru-marknaður. Umframt at vera ein tann størsti í heiminum, eftirspyrja evropeisku íbúgvarnir fiskavørur av høgari góðsku. Keypiorkan er stór, gjaldoyrað er stabilt, rættarskipanin er álítandi, og harafturat hava londini demokratiskar skipanir. Allar góðar fyritreytir fyri at gera neyðugar og tryggar langtíðaravtalur.

Banin er kritaður upp
Vit hava eisini stuðulin til at seta gongd á samráðingarnar við ES um eina nýggja og betri handilsavtalu. Landsstýrið hevur sent bræv til ES-kommissiónina um eitt tættari samstarv, sum forkvinna Ursula von der Leyen hevur svarað jaligt aftur. Og danska stjórnin hevur, sum limur í ES, játtað at slóða fyri til samráðingarborðið.

Sum danir vildu sagt, so er banin kritaður upp.

Nú er bert eftir hjá okkum at leggja til rættis og halda okkum fram at, soleiðis at ES-marknaðurin verður fult upplatin fyri føroyskum vørum.

Men hetta er bert fyrsta stigið.

Annað stigið er, at øll vinnan á landi fær atgongd til rávøruna. At fáa fiskin upp á land til virkingar við tí fyri eyga at økja um virðið á honum og harvið eisini økja um arbeiðsplássini í Føroyum. Samfelagið má við øðrum orðum fáa burturav, og landingarstøðini mugu vera forsýningsstøð, har øll fáa høvi at keypa. Á tann hátt skapa vit føroyingum og landinum nógv størri virði.

Leggjast skal soleiðis til rættis, at rammurnar passa bæði til skip og virkir.

Fríi fiskiskapurin er søga
Tað sigur seg sjálvt, at fiskivinnan skal vera burðardygg, og at stovnarnir skulu røkjast samsvarandi. Góðskan skal verða í topp, tá ið landað verður, CO2-útlátið skal vera minst møguligt, og vit skulu sjálvsagt ikki hava fleiri fiskiskip, enn neyðugt er.

Øll hesi tingini eru neyðug í loysnini.

Vit staðfesta við øðrum orðum, at tann fríi fiskiskapurin er søga, og tey sum vilja framleiða virkaðar vørur skulu fáa atgongd til at keypa sær rávøruna uttan at eiga skip. Føroyar eiga í dag eitt nýmótans infrakervi, sum er gjørt við tí fyri eyga at geva øllum atgongd til vinnu og arbeiði, næstan líka mikið hvar ein býr.

Tað sama má gerast við atgongdini til rávøruna.

Tí mugu landingarstøðini skipast sum fiskamarknaður, har til ber hjá vinnufólki at keypa sær rávøruna. Tá kann vinnan hugsa í framleiðslu og nýmenning, og á tann hátt økja um útflutningsvirðið og arbeiðspláss. Um vit náa á mál við hesum, fáa vit í síðsta enda búskaparvøkstur, livifóturin hjá okkum øllum hækkar, samfelagið fær fleiri bein at standa á, og fólkavøksturin heldur fram.

Tí tann sum hevur rávøruna og marknaðin hevur buktina og báðar endarnar.

Edmund Joensen
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Facebook viðmerkingar