Venjing á ísinum á Vatninum í Vági

Nú kuldi og kavi hevur ligið í út við 3 vikur, so er eisini ísur lagstur á Vatnið í Vági. Nógv fólk hava eisini hesar seinastu dagarnir verið úti á ísinum – og í gjár skipaði Suðuroyar Syðra Bjargingarfelag eisini eina venjing á ísinum.

Venjingin gekk út uppá, at fáa ein persón, sum var farin ígjøgnum ísin og hevði bjargað sær upp á hólmin, inn aftur á land.

Niels Petur Midjord, leiðari fyri Bjargingarfelagið, sigur at venjingin gekk væl og hetta var eitt gott høvið at venja støður, sum kunnu í koma, tá ísur er á Vatninum.

Facebook viðmerkingar