Vágs kommuna: Tiltakið Virkin Vágur, sum verður samskipað av Vágs kommunu saman við Fólkaheilsuráðnum, vinnurekandi og einstaklingum, er byrja. Ikki kann sigast annað enn at undirtøkan hevur verið sera góð at byrja við. Fríggjadagin og leygardagin nýttu 11% av vágbingum, og fleiri av bygd, høvi til at fáa viga seg, mált feittprocent, vøddamongd og BMI. Til samanberingar, so verður aftur møguligt at viga seg og máta feittprosent, vøddamongd og BMI fyrst í mars, so kann ein síggja um nøkur broyting er hend uppá ein mánað.
Fyri at gera tað lættari hjá borgarum, so hava fyriskipararnir av Virkin Vágur valt at varpa ljós á nøkur av teimun tiltøkunum, sum vágbingar hava. Afturat hesum eru nýggj heilsufremjanditiltøk og tilboð ment. Í februar eru sostatt 61 almenn tiltøk á skrá. Umframt hesi tiltøk, so eru onnur tilboð í Vági, har dentur er á ABC fyri sálarligaheilsu; tað at verða saman og hugna sær.
Fyriskipararnir á ymsu tiltøkunum taka atlit til korona tilmælini og heita á luttakandi um at gera tað sama.
Facebook viðmerkingar