Arnfinnur Bjarkhamar og Arnfinnur Thomassen eru farnir undir at savna inn staðarøvn í Vági. Arbeiðið gongur væl og nógv nøvn eru savnaði, men enn mangla nógv og fleiri staðarnøvn eru eisini trupul at staðfesta.
Av somu orsøk bjóða teir báðir øllum at verða vælkomin í Gamla Skúla í Vági týsdagin kl. 10 at umrøða staðarnøvn. Teir leggja afturat, at teir serliga mangla staðarnøvn í uttara parti av býnum.
Nógv staðarnøvn eru komin undan kavi millum annað staðarnavnið Deyðamannakelda, sum er at finna omanfyri gamla kappróðrarneystið, har søgn er um ein sumbing, sum lá druknaður í kelduni – navnið Deyðamannakelda.
Prátið um staðarnøvn í Vági verður í Gamla Skúla týsdagin kl. 10.
Facebook viðmerkingar