Útvið 200 fólk vórðu vigað og máld í Vági

Vágs kommuna er ein av kommununum, sum gongur undan á hesum økinum, og Fólkaheilsuráðið er til reiðar at hjálpa øðrum kommunum í gongd við líkanandi átøk.

Í vikuskiftinum vórðu útvið 200 vágbingar vigaðir, ikki bert er talan um vektina, men eisini verður feittprosent og vøddamassi máldur og saman við hesum BMI.

Til samanberingar, so verður aftur vigað fyrst í mars, soleiðis at fólk kunnu síggja, um februar mánaður hevur givið nakað. Umframt at máta seg, so fáa hesi eitt skjal heim við, har tey kunnu skráseta, hvat tey hava gjørt teir ymsu dagarnar. Tey sum luttaka í átakinum “Virkin Vágur” eru við í lutakasti um ein størri vinning.

Áhugaverdir fyrilestrar verða eisini á skránni í februar, eitt nú kemur Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum at hava ein fyrilestur 9. februar.

Vágs kommuna er ein av kommununum, sum gongur undan á hesum økinum, og Fólkaheilsuráðið er til reiðar at hjálpa øðrum kommunum í gongd við líkanandi átøk.

Átakið er partur av ABC fyri sálarliga heilsu.

Facebook viðmerkingar