Fámannaveldi ella Tjóðveldi – Føroya fólk er ikki til sølu!

Formansrøðan sum Høgni Hoydal helt á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Sørvági.

Gott tjóðveldisfólk úr øllum heraðshornum!

Ja, gott tjóðveldisfólk er sanniliga komið, kemur og fer at koma úr øllum heraðshornum, um vit halda á við stríðnum fyri teimum frælsu, samhaldsføstu, grønu og vinnuligu og mentanarligu skapandi Føroyum.

Tí er tað so einastandandi at koma saman á flokstingi her í Sørvági. Takk til tykkum í Vága Tjóðveldisfelag fyri at skipa fyri – og fyri alt tykkara strev og arbeiði gjøgnum so mong ár. 

Og góður tjóðveldispolitikkur er so sanniliga komin, kemur og fer at koma úr fjølbroyttum keldum, so leingi sum kvinnur og menn – ung, tilkomin og eldri – fylkjast og virka í felag og við stoltleika fyri tjóðveldisstevnuni. Í viðráki og í mótráki.

Hugsið tykkum: Fyri júst 75 árum síðani í ár, ferðaðist í mai mánað eitt lið av fólki, kring allar oyggjar, býir og bygdir og agiteraðu fyri at atkvøða ja fyri loysingini á fólkaatkvøðuni 14. September. Ein fólkaatkvøða, sum varð útskrivað av donsku stjórnini og sambandsflokkunum í Føroyum fyri at ræða Føroya fólk til at atkvøða seg undir eitt danskt heimastýri og geva okkara sjálvsavgerðarrætt burtur sum tjóð.

Tey vóru eitt fjølbroytt lið av kvinnum og monnum – tvørturum um allar samfelagsbólkar, uppruna, trúgv og bústað í landinum –  sum løgdu orku og sál í at arbeiða fyri og grundgeva fyri, hví vit skuldu eiga okkara egna land og stjórna okkara egnu viðurskiftum sum tjóð.

Tey løgdu fram visjónir og hugsjónir og ítøkilig uppskot fram. Um, hvussu vit við egnum fólkaræði, egnari grundlóg og egnum búskapi, kundu menna okkara egnu vinnu og vælferð, okkara sosialu skipanir, okkara mentan og skúlaskap, heilsuverk og samferðslu og verja okkara ríka umhvørvi í beinleiðis samskifti við onnur lond.

Og tað eydnaðist! Ímóti øllum forsagnum, tók ein meiriluti av Føroya fólki undir við at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Men so fór afturhaldið og valdið í gongd sum altíð við at bróta tað niður, sum varð vunnið: “Nei, vit meintu tað ikki allíkavæl! Tað var ov ógreitt! Hetta var ikki rætti mátin! Hetta var danskarahatur! Hetta var fíggjarligt óðamannaverk.” Hóast tey sjálv høvdu útskrivað fólkaatkvøðuna og sagt seg vilja fylgja henni.

Tað, ið fólkið hevði samtykt, varð strikað og rullað aftur. Og løgtingið varð sent til hús av danska konginum eftir áheitan frá sambandsflokkinum, javnaðarflokkinum og donsku stjórnini. Og tá ið valdið sló aftur á henda hátt – so bakkaðu teir flokkar, sum annars høvdu sagt seg stuðla fólkaatkvøðuni og einum frælsum Føroyum.

Tann einasti, ið stóð fast við sína hugsjón og kravdi fólkaræði at verða fylgt, og møtti upp á tí innkallaða tingfundinum, varð tann blaðungi sørvingurin Jákup í Jákupsstovu.

Hann gjørdist seinni skrivari í Føroya Fiskimannafelag, og saman við formanninum, Erlendi Paturssyni, og fjøld av fólki kring landið, útvegaði fiskimonnum tey rættindi, teir hava enn í dag, men síðani mest eru máað burturav. Tá gingu eisini Fiskimannafelagið og onnur manningarfeløg undan í stríðnum saman við Tjóðveldisflokkinum at fáa okkara egna fiskimark, sum meginparturin av flokkunum og pengavaldinum í Føroyum vóru hart ímóti – langt fram í sjeytiárini.

Hesi fólkini vóru eisini millum teirra, sum – júst dagin í dag, 22. mai fyri 73 árum síðani – komu saman at stovna Tjóðveldisflokkin.

Síðani seinasta floksting í Havn, eru fleiri teirra, sum hava borið tjóðveldisrørsluni og tjóðveldisflokkinum fram, farin í annan heim.

Sum siður er, fari eg at heita á flokstingi, um at vit reisa okkum, og í tøgn leita í okkara høvdum og hjørtum og senda vakrar hugsanir og og tøkk til hesi og teirra nærmastu í eina løtu.

—-

Og er tað ikki einastandandi, hvat henda hugsjón og hesi fólk hava framt? Hóast tað hevur verið sum ein føroyskur dansur – tvey stig fram og eitt stig aftur – so hevur tjóðveldisrørslan og tjóðveldisflokkurin alla tíðina gingið undan – og ikki runnið undan – øllum teimum truplu málunum og hugsjónunum.

Øll tey málini, sum fingu so nógva mótstøðu. Sum vórðu skírd veruleikafjar og droymaraskrøgg og óðamannaverk og danahatur. Har valdið altíð sló aftur og royndi at rulla alt aftur. Har flokkar knappliga hálsaðu um og søgdu, at teir meintu tað ikki allíkavæl. Men sum kortini støðugt vinna frama – og sum ongin kundi ímynda sær at verið fyriuttan í dag:

Føroyskt mál og mentan. Vegir og havnir og telesamskifti. Føroyskt fiskimark og undirgrund og egnar vinnumøguleikar. Sjúkrahúsverk. Føroyskar skúlar og Fróðskaparsetur. Mentan og list í heimsflokki. Umhvørvisvernd og grøna orku. Javnstøða og rættindi hjá samkyndum. Egnar avtalur við onnur lond.

Barnagarðar og at taka okkum av okkara egnu borgarum við serligum tørvi. At fara útí heim undir egnum flaggi. Ikki at fara við Danmark inn í ES, har vit vóru so nær við at enda innanfyri. Har útróðrarstættin og útróðrarflotin gekk undan eins og tá ið vit vunnu okkum egið fiskimark. Egnar pensjónir og barsilsskipan. Bústaðir og Húsalánsgrunnurin. Og so framvegis og so framvegis.

Og ja. At gera okkum leys av tí sonevndu donsku ríkisveitingini ella blokkinum. Tí blokkerandi blokkinum, sum vit áttu at rópt hetta løgna fyribrigdið, har flokkar í Føroyum kunnu lova føroyskum veljarum lyftir fyri danskar pengar. Heldur enn at standa sjálvir til svars og sjálvi leggja fram fyri veljaranum, hvussu vit sjálv skulu byggja okkara skipanir, vinnu, búskap og rættindi upp.

Ja, Sosialurin hevði eina grein í vikuni, har yvirskrivtin var, at Tjóðveldi skuldi havt kostað føroyingum 12 milliardir síðstu 20 árini!

Eg skal heilsa blaðstjóranum á Sosialinum, at hann roknar alt ov lágt. Um hann meinar við, hvat annars hevði komið inn í føroyska búskapin av tí blokkerandi blokkinum, um vit ikki av okkara eintingum skóru og fastfrystu hann og tóku hesa ábyrgd á okkum í 2001, so eru 12 milliardir alt ov lágt sett!

Sambært svarinum, sum Tórbjørn Jacobsen fekk frá Fíggjarmálaráðnum fyri viku síðani, so hevði tann blokkerandi blokkstuðulin verið áleið 1,5 mia í dag, heldur enn góðar 600 milliónir. Tí hann hevði jú hvørt ár verið prístalsreguleraður. So talið er væl omanfyri 23 milliardir, sum vit ikki hava blokkerað okkum við av blokki seinastu 20 árini.

Og í sama tíðarskeiðið er okkara egni búskapur og tað, sum vit sjálv skapa hvørt ár, vaksið úr 7 milliardum upp í 21 milliardir. Hóast ofta vánaliga stýring og afturstig. Vit kunnu uttan himpr spyrja allar føroyingar: Hevur tað gingið verri í okkara búskapi, síðani vit skóru tann blokkerandi blokkin? Hevur okkara vinna og vælferð verið verri?

Nei, tey flestu vilja skriva undir uppá, at tær ræðumyndir, ið vóru málaðar á veggin, høvdu onki hald í veruleikanum!

Og tað er fólkinum í Føroyum fyri at takka, tí vit vinna og mennast altíð við at taka egna ábyrgd.

Sum skálvíksskaldið, Heðin Brú, segði: “Føroyingar duga til alt, sum teir seta sær fyri!”

Eg skal eisini heilsa Sosialinum og øðrum sambandsrøddum, ið royna billa fólki inn, at Tjóðveldi skal hava kostað Føroyum við sínum politikki: Hvat tjóðveldispolitikkur hevur givið við fiskimarki og vinnu-, handils-, og mentanarmøguleikum, javnstøðupolitikki, endurgjald fyri bankamálið, nýggjum rættindum, tilfeingis- og loyvisgjøldum, bústaðarmøguleikum og øðrum er so fleirfalt hetta niðurbrótandi tosið um tann blokkerandi blokkstuðulin.

Heldur skulu tit hugsa um, hvat vit hava mist í vantandi menningarmøguleikum í hesum æviga afturhaldinum og mótstøðuni ímóti at standa á egnum beinum. Í vantandi stoltleika, visjónum og samanhaldi. Í vantandi fólkaræði, har blokkerandi blokkstuðulin er farin til at sæta tey, ið hava mest í samfelagnum frammanundan og til at útflyta ábyrgdina fyri okkara egnu avbjóðingar í samfelagnum. Heldur enn at virða og virðisøkja okkara egna tilfeingi, og okkara egnu førleikar á øllum økjum.

Vit stríddust í 60 ár fyri at fáa egið mál og skúlar og flagg og egna vinnu, vegir og samferðslu og samskifti og at tey, ið høvdu ráð, skuldu gjalda skatt. Vit stríddust 30 ár fyri at fáa egið fiskimark. Vit stríddust í 25 ár fyri at fáa egnar handilsavtalur við onnur lond. Vit hava stríðst í 70 ár fyri ikki at selja okkara land og fólk til hernaðarendamál hjá øðrum og fyri at gerast sjálvstøðug tjóð. Føroyar vóru eitt tilafturskomið og lítið útbygt stættarsamfelag, áðrenn tjóðveldis- og fullveldisrørslan reisti seg og gekk út í vindin. Og vit høvdu helst verið sum Hetland og onnur útjaðarasamfeløg í heiminum, um vit høvdu fylgt afturhaldinum og bíða eftir avgerðum og studningi frá Danmark og ES.

Og lat tað verða sagt so hart og týðiliga, sum til ber: Tjóðveldishugsjónin og Tjóðveldisflokkurin eru ikki til sølu – og verða ongantíð til sølu.

Vit fara at halda á og ongantíð gevast at vinna landinum og tjóðini frælsi og fólkinum somu rættindi at virka og velja og liva her og í heiminum. Tað er okkara grundarlag og okkara skylda – uttan mun til, hvussu hart tað rekur á okkum.

—-

Tað hevur sjáldan verið so greitt sum seinasta árið, at vit bæði kunnu og skulu seta øll segl til at fremja tjóðveldishugsjónina og skipa okkum sum sjálvstøðuga tóð við ábyrgd fyri at menna okkara egnu vinnu, vælferð og mentan. Við at vinna virði og grøna orku úr okkara egna tilfeingi – bæði í náttúruni og úr okkara fólki og mentan.

Í ár – ja, í næstu viku – eru 20 ár síðani, at tann lýsta fólkaatkvøðan fram móti fullveldi var avlýst. Sum vanligt, sló eisini valdið tá aftur, og vildu bakka og meintu tað ikki alíkavæl. Men vit tóku kortini risastig, sum hava gjørt, at vit nú eru millum heimsins ríkastu lond og hava allar fortreytir fyri at skipa okkum sum fullveldisríki, ið samstarvar beinleiðis við allan heimin.

Vit skulu nú og fram til komandi val leggja fram, hvussu vit røkka málinum um eina fólkaatkvøðu, og eina breiða rørslu, ið kann stuðla tí, at Føroya fólk sjálvt tekur støðu um at eiga og stjórna sínum egna landi.

Lat meg her leggja fram nøkur høvuðsmál, ið vit leggja fram og grundgeva fyri í hesi ætlan:

⦁    Vit leggja fram ítøkiliga, hvussu sonevnda ríkisveitingin verður laðað burtur eftir 6-8 árum, og hvussu vit taka løgreglu, loftferðslu og dómsmál á føroyskar hendur.

⦁    Vit krevja sjálvandi beinanvegin – sum eg hugsi, at stórur partur av Føroya fólki tekur undir við – at Føroyar kunnu ikki seljast til hernaðarendamál og brúkast sum ein søluvøra hjá Danmark til stórveldini. Hartil at jørð, , bústaðir og tilfeingi, ikki kann seljast

⦁    At vit samtykkja egna grundlóg.

⦁    At vit sjálv taka allar uttanríkispolitiskar avgerðir og mótmæla og virka ímóti vaksandi ójavnanum í heiminum, hersetingum, kríggi, kúging av fólki og fyri umlegging til grøna og varandi orku og veðurlagspolitikki.

Í teimum frælsu Føroyum, verður sjálvsagt eitt støðugt stríð í fólkaræðinum um, hvørjar Føroyar, vit vilja byggja.

Samstundis leggja vit eisini – og í sambandi við endurskoðaðu stevnumiðini – fram okkara ítøkiligu høvuðsmál til næsta val:

⦁    Vit leggja fram ítøkilig uppskot til íverksetan og vinnupolitikk sum heiild, og harundir fiskivinnupolitikk, har ognarrætturin til livandi fiskin í havinum er hjá fólkinum, har kapping er um at fáa sum mest virði burturúr hjá fólki og vinnu kring landið, har gjaldið fyri framíhjárættin fellur til landið (og reiðaríini gjalda), har stovnsrøkt, útróður og virðisøking á landi – sum eru tann gloymdi parturin í fiskivinnuni – fáa veruligar karmar.

⦁    Vit leggja fram ítøkilig uppkot um, hvussu lønarójavnin millum tær stóru stættir, og starvsbólkar, sum vit øll hava ásannað týdningin av og oyst undir í rósum undir koronukreppuni, SKAL broytast: Øll tey, ið starvast við menniskjum, heilsu, røkt, børnum, ungum og eldri. Lønarstigið og arbeiðsviðurskifitini skulu broytast.

⦁    Vit leggja fram uppskot til bústaðarpolitikk, har tað verður gjørligt hjá vanligum familjua  at seta búgv og føtur undir egiuð borð.

⦁    Vit leggja fram ítøkilig uppskot til veðurlagslóg og umlegging til grøna orku, og hvussu vit náa veruligum úrslitum at minka útlátið av veðurlagsgassum.  

⦁    Vit leggja fram ítøkilig uppskot til, hvussu vit gera eina nýggja og endurskoðaða ætlan og rørslu fyri at menna føroyskt mál, mentan og list, skúlaskap, hægri útbúging og gransking tí skjótt broytaandi heiminum.

⦁    Vit leggja fram, hvussu vit binda allar Føroyar saman við samferðslu, samskifti og somu møguleikum hjá fólki at virka – úr Sumba til Hattarvíkar.

—–

Meðan ein fjøld av fólki ferðaðist kring Føroyar fyri 75 árum síðani og virkaði fyri fólkaræði, javnrættindum og egnari ábyrgd og tjóð, so hava okkara landsstýrisfólk ferðast úti í heimi og innanlands, har tey selja allar hugsjónir og felags ognir hjá okkum – og selja allar Føroyar og Føroya fólk til onnur.

Her er eitt forfall og ein niðurbræðing í føroyskum stjórnmálum, sum sjáldan er sætt. Hetta er afturhaldið og valdið sum slær aftur, og tað, ið er vunnið skal afturrullast. Tey meintu onki við tað allíkavæl.

Ella rættari: Alt tað, sum so mong hava stríðst fyri at vinna tjóðini og fólkinum, tað skulu nøkur fá eiga og vinna burturúr! Og mest tey, ið vóru hart ímóti, at virðini og rættindini vóru vunnin.

Júst, sum er hent og hendir um allan heim.

Eg skal ikki reksa alt upp, men tit kunnu sjálvi leggja afturat:

⦁    Tey rullaðu fiskivinnulóggávuna aftur í amtstíðina og loyvdu keypi og sølu eisini til útlendingar av okkara felags ríkidømi.

⦁    Tey hava givið virðir fyri 36 milliardir í fiskivinnu út uppá 12 ár út til nøkur fá.

⦁    Tey hava álað Húsalánsgrunnin sundur til privat at tjena uppá – heldur enn at útvega bústaðir til fólkið.

⦁    Tey lata Atlantsflog undirgrava rættindi hjá flogskiparum, flogternum, mekanikarum, trygdarfólki o.ø.

⦁    Tey hava givið teimum pensónistum, ið høvdu mest frammanundan meira, heldur enn at lyfta fjøldina.

⦁    Tey spola hall upp á fíggjarlógina.

⦁    Tey traðka á útróðurin, sum vann okkum fiskimarkið og stríddist fyri stovnsrøkt.

⦁    Tey samtykkja danskar ríkislógir, sum taka rættindi frá Løgtingi og Føroya fólki.

Og ikki minst: Tey hava selt okkum til Danmarkar í hernaðarmálum og í samskiftinum við onnur lond.

Landsstýrisfólk taka ikki ábygd av sínum, men tykjast halda, at tey ikki eru fólksins tænarar, men skulu tæna sær sjálvum og taka avgerðir uttan grundgeving, viðgerð ella sakligheit. Og ganga ímóti landstýrinum sum “privatpersónar”.

Samanumtikið: Sum eg havi nevnt áður: Ein grúsom blanding.

⦁    Fólkaflokkurin sleppur at avreiða okkara felags ogn á sjógvi og landi (fiskin, bústaðirnar, almennar grunnar, skattligt rættvísi o.s.fr..) til teirra úrvaldu fáu einstaklingar, partafeløg og klientar.

⦁    Afturfyri kíkar Sambandsflokkurin øllum, men sleppur ístaðin at binda okkum inn í danskar skipanir og yvirvald og at avreiða okkara sjálvsavgerðarætt sum tjóð (PET-lóggáva og avlurting, KT-trygd, revsilóg, telefonveitarar o.s.fr.).

⦁    Og Miðflokkurin spælir glaðbeintur við øllum avreiðingum afturfyri at sleppa at fremja ta villleiðing mótvegis fólki og fjølmiðlum, at tey onkusvegna við tveimum tingfólkum hava fingið mandat til at avgera uttanríkispolitikk, mentanarpolitikk og útbúgvingarpolitikk og rættindi hjá minnilutabólkum í Føroyum.

Og í danska fólkatinginum eru tvey umboð vald í Føroyum, sum tykjast brúka mestu orkuna til at tryggja, at uppskot og áhugamál hjá donsku stjórnini vinna frama í Føroyum og at lata danska Fólkatingið senda kekkar til partapolitiskan stuðul í Føroyum.

Og eitt hvørt fólkavalt umboð á Føroya Løgtingi, sum vágar sær at ganga ímóti hesum og krevja, at føroyingar sjálvir skulu hava fult fólkaræði og taka avgerðirnar um okkara land, verður skírdur at vera “ímóti Danmark” og verður lagdur undir spjaldrið “Danin er fanin”. Ja, hetta er beinleiðis herming eftir oddagreinunum í Dimmalætting frá 1950’unum til 1990’ini, sum jú leingi hevði undirheitið “Amtstidende for Færøerne”.

So er standurin í føroyskum politikki í dag.

At hoyra Føroya løgmann í 2021 standa og bukka og heilsa øðrum tjóðum vegna danska ríkið, hevði eg hóast alt ikki roknað við at uppliva.

Og at uttanríkisráðharrin sigur, at hann hevur ikki tosað við USA um hernaðarmál, tí tað er millum Føroyar og Danmark (!)

Lagnunnar speisemi er tað, at stovnarin og fyrsti formaður Fólkafloksins, Jóannes Patursson, yrkti soleiðis fyri 100 árum síðani:

“Sjá hesi føll og tindar!
er hetta landið mítt?
Er hetta tað, sum fedrar várir nomu?
Og hava vit tað tað arvað væl eftir teimum frítt,
So her ráða slektirnar tær somu?
Og nei og aftur nei! tað er minni enn so,
Tí heimarættur vár hann er rikin á flog.
⦁    Sig so, her ráða føroyingar í Føroyum!

Hesi fólkaræðisligu niðurbræðingini hava vit í Tjóðveldi støðugt ávarað ímóti, og hava gjørt alt fyri at tippa og byrgja fyri. Ístaðin hava vit víst á aðra leið, har vit støðugt skulu ganga fram sum tjóð, fólk og samfelag.

Vit hava lagt røð av uppskotum fram, ið kunnu savna tjóðina og politisku skipanina um at byggja upp tjóðskaparliga, sosialt, mentanarliga, vinnuliga – og í umhvørvis- og orkumálum.

—-

Tað eru sjálvsagt bert Føroya Løgting og Føroya fólk, sum skulu gera av, hvat kann gerast hernaðarliga í Føroyum, og hvat okkara land, sjógvur og loftrúm, verða brúkt til.

Vit vita, at ígjøgnum seinastu øldina hava Føroyar verið nýttar sum ein finna í hernaðarpolitiskum talvi. Har onnur hava tikið sær rættin til at taka avgerðir í okkara landi, okkara sjógvi og okkara loftrúmi – og hava fingið stórar fíggjarligar og uttanríkispolitiskar fyrimunir av hesum.

Í tí sonevnda “fleskapolitikkinum” í 1950’unum og í 1960’unum, valdi danska stjórnin og danska fólkatingið at ganga ímóti øllum krøvum frá Føroya Løgtingi um at flyta fiskimarkið út. Orsøkin var, at Danmark hevði góðar handilssáttmálar við Bretland um at útflyta tollfrítt egg, smør og svínakjøt. Og tí loyvdu teir bretum at fiska inn í føroyska klettin heilt fram til 1964 og uttanfyri 12 fjórðingar til 1977. Hetta hevur givið Danmark ovurstórar fíggjarligar fyrimunir, meðan vit í Føroyum mistu ræðið og virðið á okkara egna fiski.

Føroyar vórðu brúktar sum ein uttanríksipolitisk og handilspolitisk handilsvøra.

Søgan endurtók seg í hernaðarmálum eftir seinna heimsbardaga. Uttan at spyrja føroyingar eftir, so lýsti Danmark NATO-sáttmálan at galda fyri Føroyar.

Og so varð handilin gjørdur um at seta hernaðarútgerð upp á Sornfelli. Danmark slapp undan at gjalda og lata sín part til NATO afturfyri. Og tað er síðani staðfest í ritgerðini hjá Bent Jensen, professara, sum Landsstýrið bað um í 2000, at Føroyar vóru eitt tað fyrsta bumbumálið í einum møguligum heimsbardaga. Danmark var ikki bumbumál, tí har var ongin útgerð, ið verður mett sum sum ein strategisk hóttan í eini møguligari krígsstøðu.

Sambært tølum frá Føroya Landsstýri, so vórðu Føroyar aftir ein uttanríkispolitisk, hernaðarlig og fíggjarpolitisk handilsvøra. Bara í árunum frá 1976-1989, sum tøl finnast fyri (har er tíðin frá seksti- og byrjanin av sjeyti-árunum ikki tikin við, tí ilt er at finna tølini), hevur Danmark vunnið sær bæði stórar fíggjarpolitiskar og uttanríkispolitiskar fyrimunir við at brúka Føroyar og Føroya fólk sum handilsvøru í hernaðarmálum.

Talvan niðanfyri er frá Føroya landsstýri ár 2000:

Nú ætlar danska stjórnin aftur at seta hernaðarútgerð upp á Sornfelli.

Sæð við føroyskum áhugamálum, er hetta trygdarpolitiskt heilt burturvið. Føroyar eru ikki ein hóttan móti Russlandi, Kina ella øðrum tjóðum, so leingi vit ikki hava hernaðarútgerð. Einasta orsøk til, at vit kunnu gerast eitt hernaðarpolitiskt álopsmál hjá øðrum tjóðum, er um vit hava strategiska útgerð, sum onnur lond vilja leypa á ella bumba í einari krígsstøðu.

Skal nakað gerast, so skulu vit gera tað sjálv. Sum eisini Jacob Vestergaard nú tekur undir við.

 —

Men svarið til hetta er ikki at seta okkum upp afturá at klaga og grenja.

Vit skulu vísa og sannføra fólk um, at tjóðveldispolitikkur er alternativið til hendan undirbrotiligheitspolitikk.

Lat meg tí enda við hesum orðum, um teir ófatiligu møguleikar og ta ábyrgd vit eiga, sum Gunnar Hoydal, farbróðir sáli, skrivaði:

“Jørðin er ein blá gongustjørna. Sæst hon daga uppi yvir teimum hvítu mánafløtunum ella er hon avtikin úr einari rúmdarstøð ella onkrum av teimum nógvu samskiftisfylgisveinunum, er tað fyrst av øllum havið, sum lýsir har niðri, eitt skyggjandi blátt ljós gjøgnum flókar av hvítari skýferð. Tað er vatnið, sum ger jørðina til gongustjørnina fram um aðrar, tað er sjógvurin og tað lív, ið streymar úr sjónum, sum ger okkara klótu til eitt einastandandi stað í alheiminum.

Havið er lívsins uppruni, og havið er heimstaður fyri markleysari og ótróyttiligari framleiðslu av livandi verum. Tey, sum liva mitt í havinum, liva mitt í heimsins skapan, og á hesi bláu gongustjørnu er neyvan nakar annar blettur so undir í havi og vatni og lívi sum okkara lítla og einsliga land. Í øllum tí bláa er onki bláari enn tað, og onki meira lýsandi enn tað. Hugsa vit kosmiskt, so má sigast, at vit hava verið einastandandi heppin at vera soleiðis stødd. Eingin í øllum alheiminum hevði kunnað ynskt sær eitt betri stað.”

Við hesum ynski eg okkum øllum eitt gott og gevandi floksting.

Facebook viðmerkingar