23 fólk smittaði við corona í løtuni

16 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll eru eftir øllum at døma partur av kendari smittuketu. Talan er um bretska fyribrigdið B.1.1.7.

619 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. 16 nýggir tilburðir í 619 kanningum gevur eitt positivprosent, sum svarar til 2,6. 

Tilsamans eru nú gjørdar 264.101 kanningar.

692 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 23 persónar smittaðir.

Facebook viðmerkingar