Starv á Skrivaradeildini í Betri banka

Vilt tú vera við at styrkja okkara Skrivaradeild?

Vit sóknast eftir dugnaligum starvsfólki til Skrivaradeildina.

Skrivaradeildin er ein týðandi liður í at veita eina framúr góða kundatænastu, tá ið kundin skal hava bankalán, realkredittlán ella billán. 

Raðfestur tú høga góðsku, at vegleiða og hjálpa starvsfeløgum og at veita eina framúr góða kundatænastu? Og dámar tær at samskifta við starvsfelagar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Um teg

Á Skrivaradeildini eru vit rótfest í at veita framúr tænastu, útinna gott arbeiði og menna egið arbeiðslag. Hetta skal skiljast soleiðis, at vit liva fyri at ráðgevar fáa givið rætta og framúr ráðgeving rættstundis.

Tí vænta vit, at tú trívist í at arbeiða í tí stilla, samstundis sum tú ert fyrikomandi, tá starvsfelagar ringja, skriva ella koma inn á deildina.

Tað er ikki eitt krav, at tú ert bankafólk, men tað er eitt krav, at tú hevur hug og hegni at loysa uppgávur við nærlagni.

Tú dugir at samskifta við starvsfelagar, soleiðis at teir ikki ivast í, hvat tú sigur ella skrivar.

Tínar uppgávur

Sum partur av Skrivaradeildini kemur tú at arbeiða við dugnaligum starvsfólkum, sum tráa eftir at hjálpa kundaráðgevum og vegleiða teir á besta hátt.

Vit tryggja rættleikan í lánisakum og -skjølum.

Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað:

  • At skriva lánisakir
  • Tryggja rættleikan í kundaupplýsingum
  • Hjálpa starvsfeløgum
  • Arbeiða sjálvstøðugt og hava yvirlit, samstundis, sum tú hevur eyga fyri smálutum
  • Renna skjótt, tá vit viðhvørt hava nógvar uppgávur í senn
  • Koma við hugskotum til, hvussu vit kunnu gerast enn betri

Tín vangamynd

  • Tú ert eitt arbeiðsgrev
  • Tú trívist í einum umhvørvi við høgari ferð
  • Tú ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, sum gongur høgt upp í, at starvsfólkini hava tað gott
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan á, hvussu vit í felag evna framtíðina
  • Óformligar starvsfelagar, sum raðfesta góðan trivna og samanhald

Send okkum eina umsókn, um hetta hevur tín áhuga.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fíu Selmu Nielsen, leiðara á Skrivaradeildini, á tlf. 348384 / fsn@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348224 / bw@betri.fo

Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. juli 2021.

Facebook viðmerkingar