Í samband við, at Verkið í Botni verður 100 ár, so verður tað í døgunum 16., 17. og 18. juli Ljósfest.
Í høvuðsheitum verður fríggjadagkvøldið 16. juli ein upptakt til vikuskiftið, meðan leygardagurin 17. juli verður ein mentanardagur í Vági, og sunnudagurin 18. juli verður hátíðarhaldið fyri Verkinum í Botni.
Í hesum døgunum verður søga, tónleikur, náttúru upplivingar og mentan sett á breddan. Tað er Vágs kommuna og SEV, sum eru farin saman um hátíðarhaldið hjá Verkinum í Botni. Tað var nevniliga 18. juli í 1921, at Verkið í Botni bleiv tikið í nýtslu, og í samband við hetta, varð m.a. skipa fyri Ljósfesti í Vági sama ár. Nú hundrað ár eru liðin, er hóskandi at skipa fyri Ljósfesti aftur, har okur hátíðarhalda dagin hjá Verkinum í Botni og tann týdning Verkið hevur havt fyri oynna og Føroyar.
Í døgunum tá Ljósfestur verður, og dagarnar upp undir festina, verður ymisk spennandi á skrá. Nevnast kann, at framsýning og framløgur verður í Miðlatúni, har eitt nú skjalasavnið hjá SEV vísur fram ymisk frá hundrað ára longu søgunum hjá Verkinum og orkuframleiðsluni í Suðuroy. Taratúrur verður við Vágsfjørð, har komi verður inn á orkunýtsluna í taranum.
Gongutúrar verða í haga, har eitt nú gangast kann hundrað ár aftur í tíð, í orkusøguni, frá myllunum í Porkeri, sum eru frá 2021, til Elverkið í Botni, sum er frá 1921. Føroyskur dansur verður eisini, har dansifeløg í oynni sláa seg saman undir leiðslu av dansifelagnum í Vági, Jómsvikingar. Bókaframløga um 100 ára søguna hjá Verkinum í Botni verður, eins og spæliland og undirhald til børn.
Bakkafrost skipar fyri virkisvitjan og møguleikanum at royna teirra vørur. Listin fær sítt pláss, har málningalist og framsýning verður. Tónleikur kemur eisini at seta sín dám á Ljósfestina, har bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður nógvur tónleikur. Somuleiðis vil Vágs kommuna heiðra nøkur fyri teirra íkast til Vág og mentanina í Vági. Á sjálvum føïngardagnum hjá Verkinum, slær SEV dyrnar upp og bjóðar almenninginum at síggja Verkið í Botni.
Endalig skrá verður almenn, tá Ljósfestin nærkast. Somuleiðis verða fyrilit tikin fyri korona-støðuni í Føroyum.
Facebook viðmerkingar