Petur Martin nýggjur leiðari fyri Musikkskúlan í Vági

Vágs kommuna hevur sett Petur Martin Johannesen sum leiðar fyri Musikkskúlan í Vági at byrja 1. august 2021.

Petur Martin hevur útbúgving sum Kantor frá lærda háskúlanum í Oslo. Petur Martin hevur, umframt at undirvísa í klaver, undirvíst í orgul, gittar og tónleikaástøði bæði í musikskúlaskipanini, kvøldskúlaskipanini, privat og ymiskum verkætlanum í fólkaskúlanum. Eisini hevur hann virkað, sum organistur og kórleiðari bæði í Føroyum og uttanlands.

Petur Martin hevur undirvíst í musikkskúlaskipanini síðani 2007, seinastu 2 árini í Vágs Musikkskúla, og fegnast hann nú um, at gerast leiðari fyri ein væl virkandi musikkskúla.

Petur Martin sigur soleiðis “Mín visjón fyri skúlan er fyrst og fremst at næmingar í Vági skulu hava atgongd til tónleikafrálæru í er av bestu hugsandi góðsku. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa høvi at finna sítt egna pláss, og sín egna stíl, og at skúlin í mest møguligan mun styðjar menningini hjá hesum næmingunum á teirra egnu leið, tá tónleikurin er ein djúp kreativ listagrein, har grundarlagið verður lagt tíðliga, og førleikarnir vera mentir tíðliga.”

Facebook viðmerkingar