Takkarskriv frá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag


So er jóansøkan 2021 farin aftur um bak. Ein nakað ørvísið stevna við dýrdarveðri fríggjadagin fyri síðani at veksa um vindin somikið, at endalig støða var tikin av fyrireikarunum og RSF um at útseta róðurin til sunnudag.

Avbjóðingin skiftið tískil fyri ogun sum stevnufyrireikarum at tilrættuleggja jóansøkuróður, til at roynast sum hotelvertir fyri upp móti, ella beint yvir 500 liggjandi gestum.

Hendan avbjóðingin var avgreidd innan tveir tímar av tí, at í oynni eru óalmyndiliga nógv, ið so skjótt avgerðing var tikin um at útseta róðurin ringdi til ogun í FSR og bjóðaðu sær til at hýsa og føða, bæði rógvarum og hjálparfólki úr feløgunum norðanfjørðs. Her stóð ikki á at nøkta tørvin og satt at siga høvdu okur helst klára onnur 500 um tað gjørdist neyðugt.

Vegna nevndina í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vil eg hervið senda eina hjartans tøkk til tygon øll, ið veittu ogun tað hjálp og stuðul, sum gjørdi, at helst mong róðrarfólk fingu eina góða og minniliga jóansøku við sýnda blíðskapinum, ið veittur var. Ongin nevndur, ongin gloymdur.

Eisini øllum tygon, tí fasta “stabinum”, ið ótroyttiliga hjálpa til á hvørju jóansøku vil eg siga túsund takk fyri tolnið og eykað takið, ið tikið var nú alt var útsett til sunnudagin. Og allar teir viðspælarar, ið fingu tryggja róðrarbátunum hølir, so bátarnir stóðu tryggir.

Eina tøkk til Róðrarsambandið fyri fyrimyndarligt samstarv og eina rættavísa avgerð fyri tjóðarítrótt ogra.

Vegna nevndina í FSR

Uni Jacobsen, formaður

Facebook viðmerkingar