Kunnandi grein um Heilsuskúla Føroya

Skrivað hava: Hergerð Antoniussen, Karen Johansen, Irdi Petersen og Frida Eyðfinsdóttir

Hetta er ein kunnandi grein um ymisk viðurskifti, sum hava við Heilsuskúla Føroya at gera. Tað eru heilsushjálparanæmingar á aug. 20, ið hava skrivað greinina, sum lið í miðlaundirvísinini. Næmingarnir hava gjørt samrøður við Elken Bech, lestrarvegleiðara, Malan K. Vilhelm, lærara og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra og fyrrverandi mentamálaráðharra.  

Elken Bech, lestrarvegleiðari

Tað er ymiskt, hvussu nógvir næmingar fáa prógv árliga, men í miðal eru tað uml. 40 – 50 næmingar. Tað eru 2 hold av heilsuhjálparum, 1 hold av heilsurøktarum og 1 hold av námsfrøðihjálparum.

Heilsuskúli Føroya hevur næmingar úr øllum landinum og tykist tað ikki so trupult hjá næmingunum at finna sær okkurt at búgva í. Ofta leiga fleiri næmingar í felag eini hús í skúlatíðarskeiðunum. Á FB vanganum hjá skúlanum ber til at leita sær kunning um hús, sum eru til leigu. Tað hevði tó verið ynskiligt at fingið eitt skúlaheim, har allir næmingar høvdu møguleika fyri at búgva.

Allar tríggjar útbúgvingarnar eru miðnámsútbúgvingar, tí miðnám er eftir fólkaskúlan. Tað verður kallað ein miðnámsútbúgving, tí útbúgvingin gevur atgongd til at fara víðari í útbúgvingarskipanini, sum nokk er eitt ynski frá skúlaskipanini. Allar tríggjar útbúgvingarnar eru eisini ein yrkisførleikagevandi útbúgvingar, sum geva næmingunum førleikar at starvast sum ávikavist heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar.

Malan K. Vilhelm, lærari

Malan K. Vilhelm hevur verið lærari á Heilsuskúlanum í 6 ár. Malan er sera glað fyri sítt starv og heldur tað er hugaligt at arbeiða við næmingum, sum eru so hugfangaðir og ágrýtnir eftir at læra. Tað er eitt litríkt blómutyssi av næmingum í ymiskum aldursbólkum á skúlanum. Tað er ein styrki fyri samanhaldið, har næmingarnir brúka hvønn annan, tí vit hava øll ymiskar styrkir. Tað skapar eitt gott huglag og góðan trivnað í flokkunum.  

Tað er ein vakur og vælútgjørdur skúli við t.d. venjingarstovu, har 8 sjúkrahússengur eru. Ítróttarhøll hava vit eisini og náttúran kring skúlan er fantastiska vøkur. Hetta hevur við sær, at møguleikarnir fyri at hava fjølbroytta undirvísing eru sera góðir, ið hevur týdning fyri læringina og trivnaðin hjá næmingunum. Malan, sum er útbúgvin fysioterapeutur og zoneterapeutur, undirvísir í lærugreinini ”Endurmenning”, sum snýr seg um heilsufremjan og fyribyrging.

Leikluturin hjá Tórbirni Jacobsen

Tórbjørn greiðir frá, at tá hann bleiv mentamálaráðharri í ár 2000, lá eitt óviðgjørt uppskot um Heiluskúla í málaráðnum. Einasta grundgeving fyri staðseting var, at skúlin mátti liggja nærhendis einum sjúkrahúsi, har hugsað bleiv um starvsvenjingarpláss til

næmingarnar. Tað eru 3 sjúkrahús í Føroyum, so eg hugsaði, at skúlin kundi líka so væl liggja í Klaksvík ella á Tvøroyri, sigur Tórbjørn.

Tá ólavsøkurøða løgmans bleiv viðgjørd í august í 2000, endaði eg mína røðu við at siga, at Heilsuskúla Føroya skuldi setast á stovn og skúlin skuldi liggja á Tvøroyri. Eingin annar visti nakað um hesa avgerð, fyrienn hon bleiv kunngjørd á tingsins røðarapalli og eg tók einsamallur avgerðina.

Skúlin var til reiðar at taka ímóti fyrstu næmingunum, tá skúlaárið 2001 byrjaði. Tað bleiv tosað um bústaðarmøguleikar fyri næmingar og fyri familjur við børnum. Ein vinningur við at leggja skúlan uttanfyri høvuðsstaðin vóru góðu  bústaðarmøguleikarnir, sum vóru væl bíligari enn í Tórshavn.

Um Heilsuskúla Føroya

  • Heilsuskúli Føroya liggur í Skúladeplinum í Suðuroy saman við Miðnámsskúlanum í Suðuroy
  • Tað eru 3 ymiskar útbúgvingar á Heilsuskúlanum; heilsuhjálpari, 15 mánaðir, heilsurøktari, 24 mánaðir og námsfrøðihjálpari, 24 mánaðir
  • Heilsuskúli Føroya hevur fjarundirvísing 1 dag um vikuna; antin mánadag ella fríggjadag, so næmingarnir fáa 1 eyka dag við hús hvørja viku.

Facebook viðmerkingar