KT-Support lærlingur til Betri Banka

Vit sóknast eftir einum KT-support lærlingi til KT- og Menningardeildina í Betri Banka. Sum KT-support lærlingur verður tú partur av KT-toyminum, sum m.a. tekur sær av dagligari KT-tænastu, brekfinning, at seta maskinur og forrit upp umframt at finna og royndarkoyra góðar og tryggar KT-loysnir.

Um útbúgvingina
Vit bjóða eina spennandi yrkisútbúgving, har tú sleppur at royna teg bæði fakliga og persónliga. Í lærutíðini skiftir tú millum verkliga partin í bankanum og skúlagongd í Danmark. Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í Danmark í 20 vikur umframt frálæru í styttri tíðarskeiðum í lærutíðini. Frálæran fevnir m.a. um teldutøkni, KT, stýrisskipanir, net, at finna brek og at forrita umframt lærugreinar sum enskt, danskt, støddfrøði og evnafrøði. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár.

Uppgávur
Sum KT-support lærlingur ert tú í tøttum samstarvi við KT-toymið og samskiftir nógv við starvsfólk í bankanum. Uppgávurnar fevna m.a. um at

– reka og umsita kervið
– reka og umsita arbeiðsstøð
– veita KT-brúkaratænastu
– veita brúkaraumsiting til skipanir og brúkarar
– umsita ambætarar, trygdaravrit, neyðstreym v.m.
– keypa, umsita og dagføra maskinur og forrit
– ráðgeva um trygd.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið miðnámsskúlaprógv.

Tú brennur fyri at arbeiða við KT og tøkni umframt fyri at finna góðar tekniskar loysnir. Harafturat ert tú nágreinilig/ur í tínum arbeiði, hevur eitt gott yvirlit, ert væl skipað/ur og hevur ein semjusøkjandi atburð. Vit ímynda okkum, at tú

– hevur skil fyri dygd og smálutum
– ert tænastusinnað/ur
– dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
– dugir at lurta og hjálpa øðrum
– dugir væl at samskifta og samstarva.

Løn og setanarviðurskifti
Starvsstaðurin er Yviri við Strond í Havn. Løn verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sóleyð Hofgaard, KT- og Menningarleiðara, á tlf. 548370 / smh@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 548224.

Skrivligar umsóknir við lívsrensli og avriti av øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@betri.fo í seinasta lagi tann 26. august 2021.

Facebook viðmerkingar