Fyrireikingarnar til kvøldskúlan í heyst 2021 eru í gongd, og okur nýta tí høvið til at gjøgnumganga okkara tilboð av kvøldskúlaskeiðum. Um tú hevur neyðugan førleika og ágrýtni til at kveikja okkara skeiðsluttakarar, so hesi fáa eina góða og mennandi uppliving, so ynskja okur at frætta frá tær.
Okur hava áhugað í at tosa við møguligar undirvísarar og vegleiða gjarna við at menna nýggj hugskot.
Okur søkja undirvísarar sum eru ágrýtnir og hava námsfrøðiliga og/ella yrkisligar førleikar, sum kunna vera við til at fanga áhugan hjá ungum yvir 14 ár og tilkomnum, bæði fagligt og sosialt.
Starvið sum undirvísari er tímalønt sambært lóg um kvøldskúlar.
Undirvísingin á kvøldskúlanum er ikki stýrd av eini lesiætlan, men verður løgd til rættis í samstarv við skeiðsluttakararnar í teimum einstaku skeiðunum. Sum undirvísari er tí ynskiligt, at tú dugur at laga teg eftir umstøðunum og taka støðið í førleikunum hjá tí einstaka luttakaranum. Sum kvøldskúla undirvísari arbeiðir tú nakrir tímar um vikuna, gjarna aftaná vanliga arbeiðstíð. Tað ber tí væl til at sameina kvøldskúlaarbeiði um tú er lesandi, sjálvstøðugur ella hevur annað arbeiði.
Í løtuni søkja okur serliga eftir undirvísarum í hesum lærugreinum:
Træsmíð: Á skeiðinum er møguleiki fyri at virka ymiskt úr træ, í ymiskum træ sløgum. Undirvísingin verður í træsmíð hølunum hjá Vágs Skúla, sum eisini hevur nógvar ymiskar maskinur til endamálið. Harafturat er ein CNC fresari og ein stórur lasarskerari sum kann brenna í træ.
Hondarbeiði: Á hesum skeiðið ber til at arbeiða við fleiri sløgum av hondarbeiði, eitt nú seyming, brodering, patchwork ella hvat man velur at leggja dent á. Undirvísingin verður í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum í Vági.
Veving: Undirvísingin verður í nýliga umvældu hølunum í kjallarinum á Læknamiðstøðini. Har eru 11 skaftavevar uppstillaðir, so har eru góðar umstøður at verða skapandi. Hølini verða bert brúkt til veving, so møguleikin er góður fyri skiftandi ætlanum við undirvísingini.
Svimjing fyri fólk við breki: Eitt tilboð til fólk sum bera brek og/ella hava brúk fyri eyka hjálp. Okur sóknast eftur einum mannfólki sum venjara. Svimjingin er í Páls høll. Neyðugt er við lívbjargara roynd, um man manglar royndina, kunnu okur skipa fyri hesum í samráð við Páls høll.
Um hetta hevur tín áhugað, kanst tú senda umsókn til: tina.tausen@skulin.fo.
Um nakrir spurningar eru, ber til at ringja til Tinu Grønbech Tausen, kvøldskúlaleiðara, á telefon 239333.
Facebook viðmerkingar