Mánadagin 13. septembur fer átakið, ”Tor at seta orð á” av bakkastokki. Við átakinum ynskja vit at seta gongd í samtaluna um rús, bæði í nærsambondum og í samfelagnum.
Undir slagorðinum, “Tor at seta orð á”, fer átakið at varpa ljós á hvussu trupult tað ofta er, at tosa um rústrupulleikar. Endamálið er eitt meira opið og erligt orðaskifti, sum kann hjálpa bæði teimum, sum hava rúsnýtsluórógv og teirra avvarðandi.
Tí tað er trupult at tosa um rús.
“Tað er nógv skomm knýtt at rústrupulleikum,” greiðir Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum frá. “Bæði hjá persóninum, sum hevur skaðiligu rúsnýtsluna, men eisini teirra avvarðandi. Og tá ið tú kennir skomm, so vilt tú ofta goyma teg. Tú vilt ikki verða uppdagaður, tí tú ert bangin fyri, at tín atferð, um uppdagað, kann eyðmerkja teg sum øðrvísi og eitt verri menniskja. Eingin ynskir at verða dømdur. Tað er tað, sum ger tað so torført at tosa um.”
Samstundis er tað ein meiriluti av føroyingum, sum hava onkra rúsnýtslu.
Ein Spyr.fo kanning, sum Blákrossheimið bílegði í januar mánaði vísti, at umleið 18% siga seg ongantíð nýta alkohol yvirhøvur. Hetta merkir, at føroyingar flest nýta alkohol í onkran mun. Og hóast ein meiriluti av teimum, sum svaraðu, høvdu tað, sum kann kallast hóvliga nýtslu, so er tað ikki altíð so greitt, nær nýtsla verður misnýtsla.
Á heimasíðuni, setorda.fo, er ein rúsroynd, sum fólk kunnu brúka fyri at vita, um teirra rúsnýtsla kanska er ov stór.
“Vit vilja økja um almennu tilvitskuna um rús,” tekur Jütta Olsen samanum lýsingarátakið. “Heilt ítøkiliga vilja vit seta fokus á tabuið, sum ofta forðar opnum orðaskifti um rús.”
“Vit síggja á Blákrossheiminum, at fólk koma lutfalsliga seint í viðgerð, eftir at tey hava stríðst við rúsnýtsluórógv í nógv ár. Høvdu fólk havt betri mót at leita sær hjálp og gjørt tað fyrr, um tað var lættari at tosa um rús?” spyr Jütta Olsen, sum eisini leggur aftrat, at tað snýr seg um at skapa opið orðaskifti, ikki neyðturviliga um at fáa fólk í viðgerð.
“Rúsnýtsluórógv rakar eisini makar, børn og avvarðandi annars,” vísir Jütta Olsen á. Í áðurnevndu Spyr.fo kanning, eyðmerktu yvir 40% av teimum, sum svaraðu, seg sum avvarðandi í onkran mun. “Hetta er ein trupulleiki, sum eisini umfatar bæði tað samfelags- og mentanarliga, og tað politiska. Tí er tað so neyðugt, at vit kunnu tosa opið og erliga um tað. At vit tora, at seta orð á.”
Blákrossheimið arbeiðir saman við Raclip, at gera lýsingarátakið. Tað snýr seg um lýsingarfilmar, netlýsingar, faldara og plakat. Eisini hevur Títt Rúm verið við í fyrireikingini og umboða sjónarhornið serliga hjá børnum, sum hava foreldur við rústrupulleikum.
Facebook viðmerkingar